Havgransking Tidindi
Skriva út
Lagt út: 05.11.2024

Stuðul til havgransking í Norðuratlantshavi 2025

Granskingarráðið lýsir eftir umsóknum til granskingarskránna Havgransking í Norðuratlantshavi - MARiNAO. Granskingarskráin er fíggjað av donsku stjórnini og hevur sum endamál at skapa økta vitan um havumhvørvið í Norðuratlantshavi og at menna samstarvið millum Føroyar, Grønland og Danmark um havgransking.

Sóknast verður eftir umsóknum við denti á havgransking, ið er tengd at, tó ikki avmarkað til, ryggin millum Grønland, Ísland, Føroyar og Skotland.

Ryggurin er eitt týðandi jarðfrøðiligt mark millum Norðuratlantshav og lágarktiska havøkið. Økið er sera fjøltáttað og vísindaliga áhugavert fyri londini á Rygginum. Tí verður serliga sóknast eftir tvørvísindaligum samstarvsverkætlanum millum Grønland, Føroyar og Danmark um Ryggin.

Stuðul verður latin til verkætlanir í havvísindum, til dømis í alis-, evna- ella lívhavfrøði, íroknað evni sum havsúrgan og veðurlagsbroytingar, havvistskipanir ella lívfrøðiligt margfeldi. Har, ið tað er viðkomandi, verður eggjað til samstarv við stovnar úr øðrum londum í økinum, sum kunnu luttaka við egnari fígging.

Í sambandi við ph.d. ella post.doc. verkætlanir mæla vit staðiliga til granskingaruppihald í minst tveimum av teimum trimum londunum.

Upp til 14,4 mió. kr. eru leysar at søkja í hesum umfari.

Mesta stuðulsupphæddin til hvørja verkætlan er 3,6 mió. kr. Stuðul verður væntandi latin 4 verkætlanum.

Fígging er treytað av, at fíggjarlógirnar fyri 2025 og 2026 verða samtyktar av Fólkatinginum.  

Lýsing eftir umsóknum við nærri greining av krøvum og treytum sæst her.

Umsóknir skulu sendast umvegis umsóknarportalin.

Umsóknarfreist er 17. februar 2025 kl. 12 føroyska tíð.