Stuðul til gransking - umsóknarfreist 15.2.2011
Umleið 6,4 mió kr. eru tøkar til nýggjar verkætlanir í 2011. Umsóknarfreistin at søkja stuðul til gransking verður 15. februar 2011 kl 12.
Umsóknir skulu skrivast á oyðublað, sum kann takast niður av heimasíðuni. Les meira um treytir og hvat stuðul kann søkjast til her. Slóð er til síðu við oyðublaði, vegleiðing og fleiri upplýsingum.
Vit mæla øllum umsøkjarum til at lesa vegleiðingina gjølla og serliga leggja sær í geyma kravdu fylgiskjølini, sum eru nevnd í teigi 14 í vegleiðingini. Í 2011 er eitt nýtt kravt fylgiskjal, sum er ein váttan frá avvarðandi stovni ella fyritøku um verkætlanina í mun til strategiina hjá stovninum/fyritøkuni. Eisini verður víst á kravið um at í minsta lagi 1/3 av verkætlanini verður fíggjaður av øðrum enn Granskingargrunninum.
Vegleðing fæst eisini frá Granskingarráðnum við at senda meyl á gransking@gransking.fo ella við at ringja á tel. +298 567800.
Gev gætur, at hetta er einasta umsóknarfreist í 2011.
Granskingarnevndin játtaði í november 2010 stuðul til 12 nýggjar verkætlanir. Les meira her