Stuðul til gransking 2019
Umsóknarfreistin at søkja stuðul til gransking í 2019 er 15. februar kl 12 føroyska tíð.
Stuðul kann eftir umsókn verða latin:
- føroyskum granskarum og granskaralesandi
- gransking og menning á ella í tilknýti til føroyskar granskingarstovnar og vinnufyritøkur
- gransking og menning, ið hava týdning í føroyskum høpi
Stuðul kann verða latin til ymisk sløg av verkætlanum:
- Ph.d.-verkætlanir
- post grad. ella post doc. verkætlanir, ið ganga um fleiri ár
- smærri verkætlanir við styttri tíðarætlan
- granskingarverkætlanir, sum fevna um vinnumenning og vinnugransking
Les meira um treytir og hvat stuðul kann søkjast til her.
Krøv til umsóknir
Umsóknir skula skrivast á enskum máli á serligt oyðublað, ið kann heintast her. Eisini er skrivlig vegleiðing at finna her.
Umsóknir skulu sendast við telduposti til gransking@gransking.fo innan ásettu freistina.
Mælt verður umsøkjarum til at seta seg í samband við Granskingarráðið fyri at fáa ítøkiliga ráðgeving í sambandi við umsóknirnar.
Stuðul til 8-12 verkætlanir
Granskingargrunnurin fær eina árliga játtan á fíggjarlógini at luta út til stuðul til gransking. Tað eru játtaðar 7,5 mill kr. á fíggjarlógini til stuðul í 2019. Hetta er tað sama um undanfarnu tvey árini.
Seinastu mongu árini hevur talið av verkætlanum, sum hava fingið játtað stuðul, ligið millum 8 og 12 árliga. Eitt yvirlit yvir allar stuðlaðar verkætlanir sæst her