Stuðul til gransking 2010 Umsóknarfreist 1.9. kl 12
Granskingarnrevndin hevur á fundi 30. mars 2010 staðfest, at umsóknarfreistin at søkja stuðul til gransking verður 1. september 2010 kl 12. Hetta er sama freist, sum hevur verið undanfarin ár. Lýsingar eftir umsóknum verða at síggja í miðlunum í næstum. Til ber at lesa meira um treytir og annað her og á undirsíðunum til hesa í vinstra bredda.
Í 2011 verður umsóknarfreistin flutt fram til 15. februar 2011. Hetta verður gjørt fyri at fáa játtanina á løgtingsfíggjarlógini skjótari í umfar.
Allar skikkaðar umsóknir verða sendar til fakliga meting hjá útlendskum granskarum. Síðani er tað Granskingarnevndin sum ger av, hvørjar umsóknir verða stuðlaðar. Svartíðin uppá umsóknir um granskingarstuðul er umleið 3 mánaðir.
Í 2009 fingu 16 verkætlanir stuðul í Granskingargrunninum. Upplýsingar um allar umsóknir, sum hava fingið stuðul úr Granskingargrunninum, eru at finna í Stuðulsyvirlitinum