a85aed5a3a1f8077514ee4f55ab2315d.jpg
Skriva út
Lagt út: 22.06.2010

Stuðul til at skriva ES-umsóknir

Tað er ikki bara at siga tað at fara undir tilgongdina at fáa fígging úr nýggju samstarvsavtaluni við ES um gransking og menning. Umsóknirnar eru umfatandi og tíðarkrevjandi at gera.

Fyri at kunna gagnnýta samstarvsavtaluna sum best og fyri at lætta um í sambandi við umsóknararbeiðið í FP7, hevur Granskingarnevndin gjørt av at seta av kr. 200.000 úr Granskingargrunninum í 2010, ið kunnu latast teimum, sum arbeiða ítøkilliga við FP7 umsóknum. Endamálið er at minka nakað um fíggjarligu íløgurnar hjá stovnunum.

Møguleiki er nú hjá stovnum og virkjum at fáa upp til kr. 35.000 endurgoldnar fyri útreiðslur í sambandi við umsóknir til ES. Stuðulin verður játtaður eftir umsókn, í fyrsta umfari til eina umsókn per stovn/virki ella so leingi játtan er tøk.

Les meira um nýggju stuðulsskipanina her

Hesin partvísi fíggjarligi stuðulin kemur afturat tí ráðgeving, miðling og vegleiðing, sum NCPararnir í Granskingarráðnum geva stovnunum/virkjunum.

Hava fólk spurningar í sambandi við umsóknir, ber til at venda sær til John D. Olsen, NCP fulltrúa á john@gransking.fo ella á telefon +298 567802.