Covid 19 Játtan 3 Umfar
Skriva út
Lagt út: 21.04.2020

Stuðul til at finna fleiri sløg av COVID-19

Granskingarráðið hevur játtað stuðul til tríggjar verkætlanir afturat, sum skula granska í korona-tengdum viðurskiftum.

Størsta verkætlanin í hesum umfarinum skal greina, um fleiri sløg av korona-virusi gera um seg í Føroyum, og um munur er á, hvussu sjúkuelvandi sløgini eru.

Eisini verður stuðul latin til at granska námsfrøðiligar avbjóðingar, tá skift verður frá staðbundnari til netbundna undirvísing eftir fáum døgum. Og stuðul verður latin til arbeiðið at skráseta og greina korona-dagbøkur frá 40-50 fólkum í ein mánað.

Hetta er triðja umfar av stuðli frá COVID-19 átakinum. Tær tríggjar verkætlanirnar, ið hava fingið stuðul í hesum umfarinum, hava fingið tilsamans 594.000 kr.

Verkætlanirnar eru:

Finnast meira og minni sjúkuelvandi SARS-CoV-2 variantar í Føroyum?
Stuðul: 361.975 kr.
Verkætlanarleiðari: Debes H. Christiansen, Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Kliniskur ábyrgdari: Shahin Gaini, Landssjúkrahúsið. Aðrir luttakarar í bólkinum: Bjarni á Steig, Marnar Fríðheim Kristiansen, Sanna á Borg, Bodil H. Heimustovu, Tróndur Høgnason Mohr, Lars Fodgaard Møller, Hannes Gislason, Marin Strøm, Maria Skaalum Petersen og Guðrið Andorsdóttir.

Pedagogisk atlit og avbjóðingar, tá skift verður frá staðbundnari til netbundna undirvísing eftir fáum døgum
Stuðul: 111.704 kr.
Verkætlanarleiðari: Erla Olsen, Námsvísindadeildin, Fróðskaparsetrið.
Hendan verkætlanin er knýtt at øðrum verkætlanum á Námsvísindadeildini.

Korona dagbøkur
Stuðul: 129.185 kr.
Verkætlanarleiðari: Erika A. Hayfield, Søgu- og Samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið.

Tilsamans hava nú 10 verkætlanir fingið 2.141.951 kr. í stuðli frá Granskingarráðnum. Tríggjar játtanir vórðu latnar hósdagin 16. apríl - sí her,  og fýra vórðu latnar leygardagin 18. apríl - sí her.

Stuðulin til COVID-19 granskingina kemur frá Granskingargrunninum, Sjúkrakassagrunninum og frá fleiri vinnufyritøkum í Føroyum. Tilsamans umleið 3 mió. kr. eru tøkar til átakið.

Tað ber enn til at søkja stuðul til korona-tengdar granskingarverkætlanir. Tað er eingin ávís freist ella umsóknarblað. Umsóknir verða viðgjørdar so hvørt tær verða móttiknar. Møguleikin heldur fram, til tøka játtanin er uppi.

Sí lýsingina her