Stuðul latin til 10 nýggjar verkætlanir
Granskingarnevndin hevur á fundi 16. mai játtað stuðul til 10 nýggjar granskingarverkætlanir. Til samans eru játtaðar kr. 6.353.719 til verkætlanir innan økini mentan, náttúra og náttúrutilfeingi, mat og heilsu.
36 umsóknir vóru um stuðul og søkt var um í alt 24 mió kr. Aftur í ár vóru fleiri sera góðar og viðkomandi verkætlanir, sum nevndin noyddist at geva avslag orsakað av avmarkaða fíggjarkarminum.
Næsta umsóknarfreist verður væntandi 15. februar 2012 kl 12. Hetta er treytað av játtan á fíggjarlógini fyri 2012.
Tilsaman eru 111 umsóknir stuðlaðar úr Granskingargrunninum síðani hann var settur á stovn. Yvirlit yvir allar verkætlanir, sum hava fingið stuðul til og við 2010 sæst her.
Umsóknirnar, sum hava fingið játtað stuðul úr Granskingargrunninum í 2011, eru:
Mentan
Bergur Rønne Moberg: EKKO OVER ATLANTEN. En kommenteret udgave af udvalgte breve af William Heinesen samt en tilhørende afhandling om brevene som forfatterskabets værktilblivelse
Verkætlan á Nordisk Institut við Københavns Universitet – játtan kr. 700.000
Mike Church: Post-excavation and publication of archaeological excavations at Á Sondum, Sandoy.
Verkætlan á Fornminnissavninum og á Durham University – játtan kr. 400.000
Í alt kr. 1.100.000
Náttúra og náttúrutilfeingi
Katrin Hoydal: Effects of POPs in pilot whale
Ph.D.-verkætlan á Umhvørvisstovuni og á NTNU – játtan kr. 1.203.475
Svein-Ole Mikalsen: Heavy parallel sequencing of PCR amplicons
Verkætlan á Náttúruvísindadeildini – játtan kr. 664.800
Gunnvør á Norði: Resuspension of sediments impacted by fish farm wastes
Verkætlan á Fiskaaling – játtan kr. 749.748
Høgni Debes: Pelagic-benthic coupling on the Faroe Shelf
Verkætlan á Havstovuni – játtan kr. 384.682
Durita Dahl Djurhuus: Bioactive peptides - extraction and processing methods for marine secondary products
Ph.D.verkætlan á Atlantic Biotechnology og Náttúruvísindadeildini – játtan kr. 850.000
Í alt kr. 3.852.705
Matur
Rólvur Djurhuus: Expanding berry production in the North Atlantic region
Verkætlan á Búnaðarstovuni – játtan kr. 240.000
Í alt kr. 240.000
Heilsa
Pál Weihe: Diabetes in Contaminant Exposure
Verkætlan á Deildini fyri Arb. og Almannaheilsu – játtan kr. 740.000
Gregor Jemec: Psoreasisgenetik i den færøske befolkning - en befolkningsundersøgelse
Verkætlan á Landssjúkrahúsinum – játtan kr. 421.000
Í alt kr. 1.161.000