Stuðul játtaður til fyribyrging av hjartasjúkum og greining av krabbameinstilburðum
Granskingarnevndin hevur á fundi 8. desember 2017 játtað stuðul til tvær verkætlanir á heilsuøkinum.
Katrin Eivindardóttir Danielsen hevur fingið játtað kr. 953.715 til verkætlan á Landssjúkrahúsinum við heitinum “Fyribyrging av hjartasjúkum við neyvari skreening av nýføðingum”.
Maria Skaalum Petersen hevur fingið játtað kr. 1.120.010 til ph.d.-verkætlan á Fróðskaparsetrinum við heitinum “Kortlegging og greining av krabbameinstilburðum í Føroyum”.
Stuðul frá Høvuðsøki 2 í Sjúkrakassagrunninum
Játtanirnar eru latnar frá høvuðsøki 2, ið er eitt av trimum høvuðsøkjum, sum fæið hjá niðurlagdu sjúkrakassunum skal lutast út til. Høvuðsøki 2 fevnir um gransking og menning á heilsuøkinum í Føroyum.
Játtaninar vóru latnar eftir tilmæli frá faknevndini, sum er sett at meta um umsóknir um stuðul frá Sjúkrakassagrunninum.
Í hesum umfarinum varð møguligt at søkja stuðul á tveimum økjum: Hjartasjúkur og Krabbamein. Eitt krav fyri at kunna fáa játtað stuðul er, at tað verður mett sannlíkt, at verkætlanin kann menna heilsuøkið í Føroyum. Tað komu sjey umsóknir inn í hesum umfarinum, men rúm var bert fyri at játta tveimum teirra stuðul.
Seinasta umsóknarumfar á hesum sinni
Tað vóru settar 11,8 mill. kr. av til Høvuðsøki 2 í 2014. Við hesum er játtaður stuðul til í alt 16 verkætlanir í Føroyum. Nú verður ein steðgur í stuðli frá hesum økinum.
Sambært leiðreglunum skulu inntøkurnar frá søluni av bygninginum hjá Havnar Sjúkrakassa eisini brúkast til stuðul. Hetta verður ikki fyrr enn aftaná 1. apríl 2019, tá freistin fyri at seta fram krøv móti avtiknu sjúkrakassunum er farin. Er einki krav komið, verður øll inntøkan frá søluni býtt út á tey trý høvuðsøkini. Sannlíkt verða góðar 2 mill. kr. tøkar at søkja við freist 1. september 2019. Meira kunning kemur um hetta seinni.
Yvirlit yvir allar játtaðar verkætlanir sæst her