Betri Vinir.PNG
Skriva út
Lagt út: 31.08.2017

Stuðul játtaður Barnabata til part av verkætlanini Betri Vinir

Granskingarráðið hevur játtað Barnabata stuðul til kanningarverkætlan, sum er partur av størru verkætlanini Betri Vinir. Partverkætlanin skal skjalprógva og fylgja nyttuni av verkætlanini Betri Vinir, sum skal fyribyrgja happing og harvið fyribyrgja sálarligum løstum hjá børnum. Hetta er eisini týdningarmikið tilfar til framtíðar gransking.

Stuðulin, kr. 400.000, er játtaður frá Høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum, sum er økið, har til ber at fáa stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum.

Rúna Ingunardóttir er samskipari og verkætlanarleiðari fyri Betri Vinir, Tóra Petersen, sálarfrøðingur, er leiðari fyri kanningarverkætlanina. Harafturat er ein stýringsbólkur og ein ráðgevandi eind partur av verkætlanini. Verkætlanarskeiðið er 3 ár.

Um verkætlanina

Barnabati hevur søkt um stuðul til fremja tríggjar kanningar í sambandi við verksetan av verkætlanini Betri Vinir, sum er ein tillagað útgáva av verkætlanini Fri for Mobberi hjá Mary Fonden og Red Barnet.

Trý spurnarbløð, sum eru ment av Mary Fonden og Red Barnet, skulu tillagast føroysk viðurskifti. Endamálið er at savna inn og granska talgilt tilfar, fyri síðan at koma við tilmælum til Betri vinir átaki. Á slíkan hátt metir Barnabati at til ber støðugt at menna eitt amboð, ið er við til at útihýsa happing.

Tá ið eftirmetingin er fullførd av hesi part-verkætlan, fara tey undir innleiðandi fyrireikingar, soleiðis at tilfarið til Betri Vinir kann fevna um børn frá 0-8 ár.

Les um Betri Vinir verkætlanina her

Les meira um Barnabata her

Høvuðsøki 1

Høvuðsøki 1 er eitt av trimum økjum hjá Sjúkrakassagrunninum. Frá Høvuðsøki 1 ber til at søkja stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum. Føroysk áhugafeløg, ið umboða fólk, sum bera brek og feløg innan eldraøkið, sjúklingafeløg og fakfeløg, kunnu søkja um stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum.

Kanningarverkætlanir eru at rokna sum eitt slag av undanverkætlan til gransking ella ein minni granskingarverkætlan. Áhugafeløg kunnu søkja um stuðul til at gera kanningarverkætlanir innan t.d. sosiala heilsu, heilsufremjan, fyribyrging, røkt, viðgerð og endurmenning. Kravið er, at kanningin skal gerast saman við fólki, sum minst hevur eina miðallanga/langa útbúgving (bachelor ella masterstig) og er knýtt at hóskandi fakligum vegleiðara/ábyrgdarhavara.

Les meira um økini í Sjúkrakassagrunninum her

Yvirlitið yvir allar játtanir frá høvuðsøkið 1 eru at síggja her


Mynd: Rúna Ingunardóttir, Barnabati (c)