Stuðul 2008
Nú er aftur møguleiki at søkja um stuðul til gransking, menning og nýskapan úr Granskingargrunninum.
Granskingarráðið hevur á fundi 5.mai gjørt av, at í 2008 eru økini "Mentan", "Náttúra og náttúrutilfeingi" og "Tøkni" raðfest, soleiðis at verkætlanir innan hesi øki hava serligan fyrimun.
Umsóknarfreistin er 1. september kl. 12.
Les meira á síðuni Stuðul 2008.