Stroyming frá fundi um samfelags- og hugvísindi er nú tøk
Hin 2. mai var samfelags- og hugvísindi á skránni, tá ið norðurlendsku NCP fólkini á Cluster 2 økinum í Horizon Europe skipaðu fyri fundi um evnið.
Fundurin var netborin og nú er stroymingin tøk á heimasíðuni hjá Norges Forskningråd.
Í Horizon Europe verður stórur dentur lagdur á, at samfelagsfrøði og hugvísindi (SSH) verða tikin við í verkætlanir innan øll øki og evni.
Á enskum verður tað nevnt "SSH Integration", men hvørjar ítøkiligar samstarvsmøguleikar gevur hetta? Her ber til at hoyra granskarar greiða frá sínum royndum við tvørgangandi samstarvi og SSH samansjóðing í Horizon Europe/Horizon 2020.
Úr Føroyum greiddi Unn Laksá frá Sjókovanum frá sínum drúgvu royndum við evropeiskum verkætlanum, sum arbeiða við evnum innan hav- og fiskivinnu.
Stroymingin liggur her