Brandgás.jpg
Skriva út
Lagt út: 16.06.2017

Stovnurin av brandgás í Føroyum í vøkstri

Í nýggjari útgávu av DOFT - Dansk Ornitologisk Forenings Tidsskrift – er stutt grein um brandgás í Føroyum. Høvundarnir eru Sjúrður Hammer, Hanna Joensen og Jens-Kjeld Jensen.

Brandgás (Branta leucopsis) hevur fyrr verið ein sjáldsamur gestur í Føroyum, sum hevur steðgað her um várið og um heystið.

Í 1989 sást eitt gásapar við 5 eggum við Gróthúsvatn á Sandoy, men har komu eingir ungar undan. Í 1990 vóru 4 brandgæs av ókendum uppruna og ein brandgás helst sloppin úr fangaskapi í Tórshavn sæddar við Gróthúsvatn. Eitt par fekk ein unga í 1991.

Síðani 2005 er stovnurin vaksin munandi. Hetta er staðfest við regluligum fuglateljingum. Í 2016 er samlaði stovnurin komin uppá 356 brandgæs, harav 148 vóru ungar. Fyrstu árini vóru teir støðufuglar, men síðani 2008 eru teir fluttir um veturin.

Hóast brandgásin er vard móti veiðu við lóg, so er hugsandi, at stóri stovnsvøksturin kann ávirka hugburðin til brandgæs, so at tað verður ynski um stýring av stovninum.

Greinin í DOFT kallast ”The history of Barnacle Geese in the Faroe Islands” og kann lesast her

DOFT kemur út fýra ferðir um árið við greinum um fuglakanningar, serliga í Danmark, Grønlandi og Føroyum. Allar greinarnar eru tøkar niðarlaga á hesi síðuni

Mynd: (c) Marita Gulklett 2016