Stórur munur á lóggávu á bioetiska økinum í norðurlondum
NordForsk hevur almannakunngjørt eina frágreiðing, har lóggávan á bioetiska økinum í norðurlondum verður samanborin. Frágreiðingin kallast: “Legislation on biotechnology in the Nordic countries – an overview 2014” og kann takast niður her.
Gransking og viðgerð á biotøkni-, bioinformatik- og íleguøkinum mennist við rúkandi ferð, og tørvur er alsamt á at dagføra nationala lóggávu á økinum. Norðurlendska nevndin fyri bioetik NCBio hevur savnað og kortlagt galdandi lóggávu í Danmark, Finnlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki. Føroyar hava eygleiðarastøði í nevndini, men hava ikki verið partur av kanningini.
Seinast ein slík kanning varð gjørd, var í 2006. Tað er hent sera nógv á økinum síðani tá, ikki minst í ES, sum setir reglur í verk á fleiri økjum, sum eisini fevna um arbeiði í fleiri norðurlondum .
Í frágreiðingini verður staðfest, at tað er stórur munur á lóggávuni landanna millum. Lýstu økini eru m.a. humanir biobankar, fosturskanningar og -diagnostisering, gagntransplantatión, klinisk gransking av fólki og ílegukanningar.
Hóast lóggávan í Føroyum ikki er lýst í hesi frágreiðingini, so er greitt, at føroyska lóggávan á nógvum økjum er ólík lóggávuni í hinum londunum. Í løtuni arbeiðir ein arbeiðsbólkur undir Heilsumálaráðnum við at kanna og gera tilmæli um møguligar broytingar í lóggávuni um ílegukanningar og -gransking. Hetta arbeiðið skal eftir ætlan verða liðugt áðrenn ársskiftið.