1e0889c80498122e8e0048ed05ac2203.jpg
Skriva út
Lagt út: 13.02.2009

Stórur áhugi fyri varandi orku

Tað var stúgvandi fult í Miðlahúsinum mikukvøldið 11. februar 2009. tá Granskingarráðið skipaði fyri fundi um varandi orku. Umleið 100 fólk lýddu á tær fýra framløgurnar, sum vóru á skránni, og kjakaðust aftaná um tað, sum kom fram.

Tiltakið var partur av EUSEW, sum er europeisk vika fyri varandi orku og hildin í Evropa í døgunum 9. til 13. februar.

Jóhanna Olsen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, hevði fyrstu framløguna um
útlát av veðurlagsgassi og varandi orkukeldur Hon tók støði í frágreiðingini Skjótt syftir seiðir og tunga takið, sum varð handað landsstýrinum í desember. Jóhanna vísti á, hvussu føroyska útláti er býtt millum brúkarabólkar, hvat kann gerast fyri at minka um oljunýtsluna og hvørjar spurningar tað er neyðugt at taka støðu til í hesum sambandi.

Kári Mortensen, orkuráðgevi á Jarðfeingi, greiddi frá royndunum, sum verða gjørdar í løtuni við hitapumpum og jarðhita. Hann vísti á hvussu stórur partur partur av útlátinum kemur frá upphiting. Hann vísti á, hvussu til ber at minka munandi um hetta við at leggja um til hitapumpur. Síðani greiddi hann frá fyribils kanningarúrslitum hjá Jarðfeingi,  sum benda á at tað umframt greiðu umhvørvisfyrimunirnar eisini kann verða fíggjarligur fyrimunur at leggja um frá olju til hitapumpur.

Hákun Djurhuus, stjóri á SEV, greiddi frá SEV við varandi orku. Hann vísti á krøvini til SEV sum orkuveitara og ambitiónirnar um at økja um elframleðisluna úr varandi orku. Hákun greinaði nakrar av tøkniligu avbjóðingunum við varandi orku og vísti á hvussu SEV fylgir við menningini á økinum. Hann vísti fleiri ferðir til politiska myndugleikan, sum má taka støðu til yvirornaðar spurningar.

Knud Simonsen, lektari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, greiddi frá verkætlan um sjóvarfallsorku, sum hann stendur fyri. Hann greinaði bakgrundina, møguleikarnar í Føroyum og so ítøkiligu ætlanirnar í verkætlanini. Knud vísti m.a. á hvussu stóran dent Stóra Bretland og USA leggja á arbeiði at minka um CO2 útlátið og at leggja um til varandi orkukeldur, og hvussu stórir møguleikarnir helst eru í Føroyum. Sjóvarfalsverkætlanin, sum bæði Granskingarráðið og SEV stuðla, er ein neyðugur liður í at grea simuleringar og at fáa staðfest, um møguleikarnir eru so góðir, sum roknað verður við.

Í kjakinum eftir framløgurnar vóru fleiri spurningar og viðmerkingar. M.a. varð kjakast um, hvørt tað er møguligt og ráðiligt at gera íløgur í ein el-kaðal úr Íslandi, um uppgerðina av útláti frá skipaflotanum og um tørvin á eini óheftari orkuráðgeving bæði til privat húsarhald og til fakfólk sum el-innleggjarar o.l. 

Tað var ein blandaður skari, sum kom til fundin. Granskarar, verkfrøðingar, vinnulívsfólk o.s.fr. Millum áhoyrararnar vóru eisini ein hópur av børnum av Skála. Tey vunnu First Lego League í 2008 við bólkinum Junior Kids. Tey skulu í næstum í altjóða First Lego League kapping, har evnið er varandi orka. Vit ynskja teimum bestu eydnu.