Stórur áhugi fyri møguleikunum at granska í arbeiðsmarknaðinum
Fyrrapartin í dag skipaði Granskingarráðið fyri kunningarfundi um ætlanirnar fyri játtanini uppá 10 mió. kr. til arbeiðsmarknaðargransking.
Fundurin varð hildin í Smæruni. Umleið 40 umboð fyri fakfeløg, arbeiðsgevarafeløg, granskingarstovnar og aðrar áhugapartar luttóku, umframt umboð fyri faknevndina og fyri Granskingarráðið.
Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, greiddi frá endamáli og kørmum fyri stuðlinum til arbeiðsmarknaðargransking, ið Granskingarráðið hevur fingið at umsita.
Síðani var orðið frítt til at koma við hugskotum, ynskjum og viðmerkingum.
Fundarluttakararnir vóru á einum máli um, at hetta er ein kærkomin møguleiki at fáa meira vitan um arbeiðsmarknaðin, og at tørvurin á kanningum og gransking er stórur.
Nógv góð hugskot um ítøkilig evni at kanna vóru á lofti, eins og tosað varð um, hvussu samband fæst millum tey, sum hava hugskot til verkætlanir, og tey, sum kunnu fremja verkætlanirnar.
Góð undirtøka var fyri ætlanini, at stuðul kann verða latin til smærri kanningarverkætlanir og til granskingarverkætlanir. Fleiri løgdu eisini dent á tørvin at fáa atgongd til fleiri og væl skipað hagtøl fyri økið.
Dentur varð lagdur á breitt samstarv millum ymsu partarnar á arbeiðsmarknaðinum fyri at fáa sum mest burturúr tøku játtanini.
Annika Sølvará tók samanum og heitti á allar partar um at venda sær til Granskingarráðið við uppskotum og viðmerkingum um evnið, um tey høvdu okkurt al leggja afturat eftir fundin. Til ber at skriva til gransking@gransking.fo
Næsta stig er, at faknevndin fyri stuðli til gransking fer at umrøða karmar og treytir fyri skipanini og taka avgerð um lýsing eftir umsóknum. Meira verður at frætta um hetta eftir summarfrítíðina.
Framløgan sæst her
Myndir: Granskingarráðið