Arctic Circle 2024
Skriva út
Lagt út: 22.10.2024

Stórur áhugi fyri granskingarsamstarvi í útnorði

Granskingarráðið skipaði saman við granskingarráðum og stovnum í Íslandi og Grønlandi fyri einum tiltaki við framløgum um granskingarsamstarv í útnorði á stóru Arctic Circle ráðstevnuni í Reykjavík í farnu viku. Umleið 50 fólk nýttu høvið at hoyra um møguleikar og ætlanir fyri samstarvi millum granskarar í Føroyum, Grønlandi og Íslandi. 

Granskingarráðini í Føroyum, Grønlandi og Íslandi hava undirskrivað samstarvsavtalur. Í august skipaðu granskingarráðini fyri eini stórari verkstovu í Føroyum, sum nevndist GLISFO. 70 granskarar úr teimum trimum londunum hittust at kunna seg við gransking hjá hvørjum øðrum og kanna møguleikar fyri samstarvi.

Tiltakið á Arctic Circle var framhald av GLISFO ráðstevnuni, og fleiri úrslit frá verkstovuni og dømir um nýggj samstørv vórðu tikin fram. 

Eitt høvuðsevni í granskingarsamstarvinum er, hvussu londini kunnu útvega meira fígging til gransking. Londini eru smá og hava avmarkaða orku at luttaka í altjóða granskingarsamstarvi í teirra øki. Samstundis er alneyðugt at vera við í altjóða samstarvi, tí stórur tørvur er á meiri vitan um millum annað árin av veðurlagsbroytingum og avleiðingar av spentu støðuni í heiminum fyri trygdina í økinum.

Tey, sum hildu framløgur vóru:
Pia Hansson, Ísland
Rasmus Leander Nielsen, Grønland
Halla Nolsøe Poulsen, Føroyar
Sigurður Óli Siðurðsson, Ísland

Annika Sølvará var orðstýrari.

Mynd: Pia Hansson, stjóri á deildini fyri altjóða viðurskifti á Háskúla Íslands (c) Arctic Circle

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum