Stórur áhugi fyri at skriva dagbók um korona
Erika Anne Hayfield, granskari á Fróðskaparsetrinum, hevur heitt á fólk um at skriva dagbók hesa tíðina, meðan korona-smittan herjar. Hon hevur sett sær fyri at savna tilfar frá umleið 50 fólkum, sum kann brúkast sum grundarlag fyri gransking um tað, ið hendir í samfelagnum í løtuni.
Áheitanin frá Eriku Anne Hayfield hevur fingið sera góða undirtøku. Fleiri hava vent sær til hennara og sýnt áhuga fyri at skriva um, hvussu korona hevur ávirkað teirra gerandislív.
- Korona hevur havt ógvusliga ávirkan bæði á okkum í Føroyum og um allan heimin. Hetta er sostatt ein heilt serlig tíð, vit liva í, har óvissa valdar, og gerandisdagurin hjá fólki er grundleggjandi øðrvísi, enn hann var. Støðan broytist alla tíðina, og tí er tað áhugavert og umráðandi at fáa til vega vitan um, hvussu henda tíðin ávirkar okkum í Føroyum dag fyri dag, sigur Erika Anna Hayfield.
Erika Anne Hayfield ætlar at seta saman ein breiðan skara av fólki, sum vilja skriva dagbók. Fólk av báðum kynum, í ymiskum aldri og úr øllum pørtum av Føroyum skulu vera við í granskingarverkætlanini. Hon hevur longu funnið tey flestu, men onkur bólkur er enn, sum ikki er so væl umboðaður.
Tey, sum verða við í granskingarverkætlanini, verða biðin um at skriva dagbók í minsta lagi 2-3 ferðir um vikuna í ein mánað. Tey kunnu sjálvi velja, hvat tey vilja skriva. Tað kann til dømis vera um, hvørjar tankar og kenslur tey hava í hesi tíð, hvørjar eygleiðingar tey gera, og hvussu støðan ávirkar teirra lív.
- Vit eru beint nú í einari tíð, sum ikki kann samanberast við nakað, vit áður hava upplivað. Korona hevur havt við sær, at lívið hjá flestum okkara í løtuni er grundleggjandi øðrvísi, enn tað var. Støðan broytist frá degi til dags, og vit vita ikki, hvussu leingi hetta fer at vara, og hvussu heimurin fer at síggja út aftaná. Tí meti eg, at tað er sera umráðandi at skjalfesta, hvussu fólk uppliva støðuna, sigur Erika Anne Hayfield.
Tey, ið vilja vita meira um granskingarverkætlanina, kunnu seta seg í samband við Eriku Anne Hayfield við telduposti á erikah@setur.fo ella við at ringja 29 25 97.
Hoyr eisini samrøðuna við Eriku Anne Hayfield um innsavningina í Góðan morgun Føroyar