GLISFO Verkstova
Skriva út
Lagt út: 14.08.2024

Stórur áhugi er fyri at styrkja granskingarsamstarvið í útnorði

Gott 70 fólk úr Grønlandi, Íslandi og Føroyum savnast í komandi viku til eina samstarvsverkstovu í Norðurlandahúsinum. Luttakararnir eru granskarar og onnur frá universitetum, grannskingarstovnum og granskingarráðum í útnorði.

Verkstovan hevur heitið GLISFO 2024 – Strengthening Regional Ties. Endamálið er styrkja granskingarsamstarvið millum Grønland, Ísland og Føroyar, sum hava eitt stórt havøki í felag og arbeiða við nógvum líknandi evnum. Neyvari samstarv kann styrkja økið í mun til at gagnnýta førleikar og tilfeingi hjá hvørjum øðrum og í mun til luttøku í norðurlendskum og altjóða samstarvi, ikki minst í arktiskum høpi.

Verkstovan byrjar mánadagin kl. 13 og endar mikudagin á middegi. Hon er skipað við felags framløgum og kjaki og við evnisverkstovum. Eisini eru samansjóðingartiltøk á skránni.

Fullteknað

Tá lýst varð eftir luttakarum til verkstovuna og eftir umsóknum um ferðastuðul, varð roknað við umleið 50-60 luttakarum. Áhugin var tó væl størri, og tí bar ikki til at játta øllum útlendsku luttakarunum ferðastuðul.

Tilsamans hava gott 70 fingið játtað pláss á verkstovuni, harav eru gott 30 úr Føroyum umboðandi Fróðskaparsetrið og flestu av hinum granskingarstovnunum.  

Tiltakið er partur av langtíðar samstarvsætlan

Granskingarráðið skipar fyri verkstovuni í samstarvi við granskingarráðini í Grønlandi og Íslandi og við íslendska Arktiska Samstarvsnetverkið.

Hetta er fyrsta stóra felags tiltakið, síðani samstarvsavtalur vórðu gjørdar millum tey trý granskingarráðini í 2022 og 2023. Granskingarráðini høvdu felags tiltak á Arctic Circle í Reykjavík í fjør og eitt líknandi tiltak verður aftur á skrá á Arctic Circle í oktober.

Norðurlendski Ráðharrastovnurin hevur stuðlað verkætlanini við 500.000 kr., harav størsti parturin fer til ferðastuðul til útlendsku luttakararnar. Norðurlandahúsið og Tórshavnar Kommuna stuðla eisini verkstovuni. Fyriskipararnir bera eisini ein munandi part av útreiðslunum.