Støðan og leikluturin hjá pápum í Føroyum skal granskast
Granskingarnevndin hevur játtað stuðul til eina nýggja granskingarverkætlan á Fróðskaparsetrinum.
Verkætlanin, sum er um leiklutin hjá pápum í Føroyum, kallast: Faðirskapur í broyting? Kanning av gerandislívinum, familjuviðurskiftunum, og maskulinitetinum hjá monnum – tvørtur um tvey ættarlið – í Føroyum í dag.
Verkætlanin skal m.a. varpa ljós á hesi viðurskifti:
- Hvussu lýsa og forklára menn sjálvir sínar myndir av einum góðum pápa – sæð í mun til egnar royndir, strategiir og mál.
- Á hvønn hátt kann føroyska familjusøgan sigast at hava ávirkað ráðandi myndirnar av pápum og faðirskapi í samfelagnum í nýggjari tíð?
- Kunnu menn, sum hava ymiska bakgrund (aldur, stað, kynssamleiki, osfr.), sigast at umboða ymsar pápa-stílar í dag?
- Hvønn leiklut hava javnstøðupolitikkurin og -kjakið fyri støðuna hjá føroyskum pápum í familjuviðurskiftum í dag?
Firouz Gaini er verkætlanarleiðari. Aðrir luttakarar í verkætlanini eru Runa Preeti Ísfeld, Lív Patursson, og Kári Holm Johannesen. Ann-Dorthe Christensen, professari á universitetinum í Aalborg, luttekur eisini.
Játtanin til verkætlanina er kr. 705.588. Restin av fíggingini kemur frá Fróðskaparsetrinum, CeMAS á Aalborg Universitet og Nordplus.
Hendan verkætlanin var ein av teimum, sum søkti stuðul úr Granskingargrunninum í vár. Hóast hon tá varð mett avgjørt stuðulsverd, fekk hon ikki játtan í fyrsta umfari, orsakað av avmarkaðu fíggjarorku grunsins. Tá tað í summar gjørdist greitt, at ein áður stuðlað verkætlan steðgaði, gjørdi granskingarnevndin av at játta hesi verkætlanini tøku upphæddina í stuðli.
Sí allar játtaðar verkætlanir í Stuðulsyvirlitinum