Kanning Demens
Skriva út
Lagt út: 09.09.2019

Støðan hjá avvarðandi hjá fólki við demensi skal kannast

Granskingarráðið hevur játtað stuðul til eina verkætlan hjá Alzheimerfelagnum, sum kallast: ”Spurnakanning um støðuna hjá avvarðandi til fólk við demens”.

Stuðul er játtaður frá høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum, og stuðulin er kr. 150.000.

Alzheimerfelagið metir, at tað er av alstórum týdningi at seta sjóneykuna á støðuna hjá avvarðandi hjá fólki við demensi. Demens er ein sjúka, sum eisini rakar tey avvarðandi og eru tey ofta ein gloymdur bólkur. Kanningar uttanlands vísa, at leikluturin sum avvarðandi til fólk við demensi kann hava negativa ávirkan bæði á heilsu og arbeiðslívi. Felagið ynskir at gera hesa spurnakanning fyri at kanna støðuna í Føroyum, soleiðis at til ber at kunna politisku skipanina, og at geva myndugleikum og stovnum neyðugu vitanina um støðuna hjá avvarðandi til  at kunna gera neyðugar raðfestingarnar.

Endamálið við kanningini, sum er tann fyrsta av sínum slag millum avvarðandi til fólk við demensi í Føroyum, er at lýsa, hvussu gerandisdagurin í familjum, sum eru raktar av demensi, verður ávirkaður av demenssjúkuni – harundir hvørjar fíggjarligar, sosialar og heilsuligar avleiðingar avvarðandi uppliva sum fylgju av demenssjúku.

Maria Skaalum Petersen er fakligur leiðari fyri verkætlanini. Harafturat koma tvær master lesandi í heilsuvísindum, Sára Reinert og Elisabet Anthoniussen, at arbeiða við kanningini fyri Alzheimersfelagið.

Høvuðsøki 1

Høvuðsøki 1 er eitt av trimum økjum hjá Sjúkrakassagrunninum. Frá Høvuðsøki 1 ber til at søkja stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum. Føroysk áhugafeløg, ið umboða fólk, sum bera brek og feløg innan eldraøkið, sjúklingafeløg og fakfeløg, kunnu søkja um stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum.

Kanningarverkætlanir eru at rokna sum eitt slag av undanverkætlan til gransking ella ein minni granskingarverkætlan. Áhugafeløg kunnu søkja um stuðul til at gera kanningarverkætlanir innan t.d. sosiala heilsu, heilsufremjan, fyribyrging, røkt, viðgerð og endurmenning. Kravið er, at kanningin skal gerast saman við fólki, sum minst hevur eina miðallanga/langa útbúgving (bachelor ella masterstig) og er knýtt at hóskandi fakligum vegleiðara/ábyrgdarhavara.

Les meira um økini í Sjúkrakassagrunninum her

Yvirlitið yvir allar játtanir frá høvuðsøkið 1 eru at síggja her

Mynd úr innslagi í Degi & Viku 29. august 2019