ff7e048e98694c0b0e76be1547b7234b.jpg
Skriva út
Lagt út: 01.09.2015

Stjóri til Granskingarráðið

Lýst verður eftir stjóra til Granskingarráðið frá 1. desember 2015.

Starvið sum stjóri hevur síðani 2002 verið sett sum tíðaravmarkað starv. Frá 2002 til 2007 var Rúna Hilduberg stjóri. Í 2007 varð Annika Sølvará sett sum stjóri í 5 ár, setanin var í 2012 longd við trimum árum. Setanarskeiðið endar í november.

Granskingarnevndin hevur nú gjørt av at lýsa starvið sum fast starv.

Í lýsingini stendur, at søkt verður eftir stjóra:

• at fyrisita Granskingargrunnin í samstarvi við Granskingarnevndina
• at luttaka í altjóða samstarvi
• at kveikja og miðla føroyska gransking og granskingarúrslit
• at ráðgeva og vera bindilið millum granskarar, granskingarstovnar, vinnu, almennu fyrisitingina og politisku skipanina
• at tryggja, at játtanin til stovnin verður nýtt á fullgóðan hátt og at virksemi stovnsins verður hildið á einum høgum fakligum stigi.

Førleikarkrøv
Umsøkjari skal hava viðkomandi hægri útbúgving frá lærdum háskúla.
Nevndin væntar, at tann sum søkir, hevur innlit í strategiska týdningin av gransking í samfelagnum og evni at samstarva breitt og byggja netverk. Eisini hevur tað týdning at umsøkjarin hevur evni at sjónliggera og miðla gransking í føroyska samfelagnum. 
Ynskiligt er, at umsøkjarin hevur leiðsluroyndir frá almenna og/ella privata arbeiðsmarknaðinum.

Setanar- og lønartreytir

Starvið verður nú sett sum fast starv og er flokkað flokkað í 37. lønarflokki hjá Tænastumannafelagnum, tó uttan at vera tænastumannastarv.
Ætlanir eru um at broyta lóg um gransking í næstum og starvsviðurskiftini kunnu vera broytt í hesum sambandi. Stjórin skal tí tola broytingar í starvinum.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Guðrið Andorsdóttir á telefon 591020.
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum, skulu sendast til Guðrið Andorsdóttir, forkvinnu, við telduposti til gudrid@biobank.gov.fo

Umsóknarfreistin er 5. oktober 2015.

Sí lýsing her