Stevna og sjúklingadagur um ovurviðkvæmi í Paris
Í samband við GA2LEN verkætlanina (Global allergy and asthma European network) verður árligi stevnu- og sjúklingadagurin hildin í døgunum 10. til 12. apríl. Tiltakið er í Paris.
Á stevnuni verður ljós kastað á arbeiðið, sum hevur verið gjørt í GA2LEN og ljós verður eisini varpað á framtíðar ætlanirnar hjá NoE verkætlanini (Network of Excellence), sum er fíggjað av sættu rammuskránni hjá ES (FP6).
Hæddarpunktið á tiltakinum er sjúklingadagurin 12. apríl, tá almenningurin er boðin við til kunning um arbeiðið hjá GA2LEN. Evnið í ár er ‘tú kanst vera ovurviðkvæmur uttan at vita tað!’ Um morgunin verður ein almenn kunning um ovurviðkvæmi og seinnapartin verður greitt frá arbeiðinum hjá GA2LEN.
Meira kunning: http://www.ga2len.net