Skriva út
Lagt út: 10.11.2014

Starvslýsingar á EURAXESS røkka longur

EURAXESS tænastan hevur gjørt samstarvsavtalu við ein stóran altjóða vísindastarvsportal um starvslýsingar.

Starvslýsingar á EURAXESS Jobs eru nú eisini at finna á starvsportalinum hjá Science AAAS, ið er ein altjóða amerikanskur vísindafelagsskapur. Somuleiðis verða størv á starvsportalinum hjá Science AAAS eisini lýst á EURAXESS portalinum.

Samstarvsavtalan millum EURAXESS og Science AAAS kom í gildi 5. november og er fyribils galdandi í fýra mánaðar.

The American Association for the Advancement of Science (AAAS) er størsti og mest virdi almannagagnligi vísindaligi felagsskapurin í heiminum. Endamálið hjá felagsskapinum er at fremja samstarv millum vísindafólk og virka fyri vísindaligum frælsi. AAAS útgevur eisini vælkenda vísindatíðarritið Science.

Les meira um Science AAAS her.