890b622a72436382450f1e957425c5cc.jpg
Skriva út
Lagt út: 04.06.2015

Staðfesting av kolesterolsjúku kann bjarga lívi

Norskir miðlar hava farnu vikuna skrivað um unga norska svimjaran Alexander Dale Oen, sum doyði av hjartatilburði í 2012 bert 26 ára gamal. Beiggi hansara Robin Dale Oen hevur funnist at heilsutoyminum, ið tók sær av beiggjanum, sum hann metir átti at havt staðfest hjartasjúkuna, sum kostaði Alexander Dale Oen lívið, og harvið forða fyri, at beiggin doyði.

Alexander Dale Oen var professionellur svimjari og vann heiðursmerki bæði í OL, HM og EM. Hann vandi í USA. Mánaðirnar áðrenn hann doyði, varð hann viðgjørdur fyri pínu í økslini. Líkskoðanin staðfesti, at Alexander Dale Oen hevði havt ein blóðtøpp í hjartanum 3-4 mánaðir áðrenn hann doyði og at pínan í økslini sannlíkt hevði samband við hetta. Líkskoðanin staðfesti eisini, at hann hevði ættar hyperkolesterolemi, tað vil siga arvaliga kolesterolsjúku. Hetta kann vera sera álvarslig sjúka, um hon ikki verður staðfest. Er hon hinvegin staðfest, so ber við fyribyrgjandi viðgerð til at liva uttan øktan vanda fyri hjartatilburði.

Ættar hyperkolesterolemi er arvalig sjúka, sum frá føðing hevur við sær sera høgt kolesterol í blóðinum. Um sjúkan ikki verður viðgjørd, so er ein munandi øktur vandi fyri at fáa æðrakálking á ungum árum, sum kann hava við sær blóðtøpp í hjarta ella í heilan og deyða.

Tað ber til at kanna fólk fyri ættar hyperkolesterolemi við at kanna kolesterelinnihaldið í blóðnum við blóðroynd og síðani at gera eina medisinska útgreining.

Rudi Kollslíð hjartalækni á Landssjúkrahúsinum er fyri kortum farin undir ph.d.verkætlan um júst ættar hyperkolesterolemi í Føroyum við stuðli úr Granskingargrunninum. Hóast talið av fólki við sjúkuni í Føroyum ikki er kent, so bendir gjøgnumgongd av kolesteroltølum hjá umleið 20.000 fólkum í Føroyum á at sjúkutíttleikin er munandi hægri í Føroyum enn í Europa.

Hon fer í næstum undir at leita eftir føroyingum við ættar hyperkolesterolemi við at kanna skráir við blóðroyndum, reseptum og sjúkuavgerðum. Tey fólkini, sum verða funnin umvegis hesar skráir, verða boðin til kanningar fyri at kanna um tey hava ættar hyperkolesterolemi. Hava tey tað, so verða familjulimir teirra í fyrsta liðið eisini bodnir til kanningar. Øll sum fáa staðfest sjúkuna fara at fáa tilboð um medisinska viðgerð og uppfylgjandi kanningar, tá eitt ár er farið, fyri at kanna ávirkanina av medisinsku viðgerðini.

Mett verður, at staðfesting av sjúkuni og fyribyrgjandi viðgerð hevur stóran samfelagsligan týdning, bæði fyri heilsustøðuna hjá fólki og búskaparliga.

Les um verkætlanina hjá Rudi Kollslíð í Heilagrunninum
 
Ein grein um Alexander Dale Oen kann lesast her