6e7b8611caadf41be56440ab19cf6fd5.JPG
Skriva út
Lagt út: 07.01.2016

Staðfest at plastikk ferðast frá havhesti til skúgv

Sjúrður Hammer hevur saman við øðrum skrivað grein um plastikk, sum er funnið í skúgvi, og hvaðani hetta stavar. Greinin er júst almannakunngjørd í tíðarritinum Marine Pollution Bulletin.

Higartil hava kanningar mest verið gjørdar av plastikki, sum fuglar hava etið beinleiðis . Hesar kanningarnar hava verið av ránsfuglinum skúgvi, sum etur plastikk óbeinleiðis umvegis føðina, sum er annar fuglur. Granskararnir hava kannað spýggju hjá skúgvi í Føroyum fyri plastikk og hava staðfest, at í umleið 6 % var plastikk. Í kanningunum sæst, at mesta plastikkið fanst í spýggju við restum av havhesti. Hetta stuðlar undir úrslit frá øðrum kanningum, sum vísa, at havhestur etur meira plastikk enn annar fuglur í sama øki. Kanningin staðfestir, at plastikk verður flutt í føðiketuni frá fugli, sum etur í vatnskorpuni, til skúgv.

Greinin kallast “Plastic debris in great skua (Stercorarius skua) pellets corresponds to seabird prey species”. Hon kann lesast her

Adam D. P. Cross hevur gjørt myndina, sum vísir, at mongdin av restum av ymsum fugli, sum skúgvur etur (álku, rytu, havhesti) víst við svørtu pílunum á myndini, ikki beinleiðis sigur nakað um flutningin av plastikki frá hesum sløgum, víst við hvítum pílum. Hetta bendir á, at plastikk kann verða flutt upp í føðiketuni í einum ójavnum lutfalli í mun til sløg við lyndi at hópa upp plastikk.

Høvundarnir eru frá universitetum í Skotlandi og Kanada: Sjúrður Hammer, R.G. Nager, P.C.D. Johnson, R.W. Furness og J.F. Provencher.

Sjúrður Hammer arbeiðir við eini ph.d.verkætlan um skúgv í Føroyum, sum er partvís fíggjað úr Granskingargrunninum. Verkætlanin kallast “Nýtsla av skúgvaeggum til umhvørviseftiransing í broytingartíðum”. Les meira um verkætlanina her