76b8aad5aecff9b7f7b1c0052b594983.jpg
Skriva út
Lagt út: 18.02.2010

Spennandi familjutiltøk á Torginum 19. og 20.februar


Hvussu nógv eygu hevur eiturkoppur? Hvussu sær laksayngul út? Visti tú, at tað eru fossilir í gólvinum í SMS? Hvat er gransking? Spennandi granskingardagar fyri alla familjuna á Torginum í SMS

Fríggjadagin 19. og leygardagin 20. februar skipar Granskingarráðið fyri tiltøkum á Torginum. Tiltøkini eru fyri stór og smá og lýsa gransking á ymsan hátt, bæði til gamans og álvara.

Framsýningar
Allar tekningarnar frá teknikappingini ”Tekna ein granskara”, sum endaði í november í fjør, hanga á Torginum. Ein veggur er við 90 stuttum lýsingum av aktuellum granskingarverkætlanum. Eisini er ymiskt annað tilfar um føroyska gransking. Framsýningin lat upp mánadagin 15. februar og er alla vikuna.

Tiltøk fríggjadagin 19. og leygardagin 20. februar
Tiltøkini byrja kl. 11 fríggjadagin við at Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, sigur nøkur orð. Síðani verða tiltøk fyri stór og smá ymsa staðni á Torginum. Skráin við tíðum á kann takast niður her:  Vitan á Skák - skrá tiltøk

Gott 20 granskarar fara at hava stuttar framløgur um sína gransking. Hesar byrja kl. 11.30 fríggjadagin og ein nýggj verður hvønn ½ tíma. Skráin hongur uppi á Torginum og kann takast niður her:  Vitan á skák - skrá framløgur 

Spennandi uppgávur og kappingar verða fyri børn og ung, t.d. at gita hvussu nógv er í ymsum íløtum og bygging av molekylum. Vinningar verða gávukort úr Rit & Rák.

Tað verður møguleiki at royna ymisk granskingaramboð og lutir. T.d. verða stereoluppar og mikroskop, har tað ber til at síggja eyguni í eiturkoppum og hvussu neglin sær út, tá hon er forstørrað 20 ferðir.

Bólkurin Pixel, sum hevur prýtt Sirkus Føroyar, málar sítt boð uppá føroyska granskaran 2010.
Ein teknikrókur verður til børn, har tey kunnu tekna fleiri granskarar ella okkurt annað. Eisini verður saft og kaffi, sum fólk kunnu fáa sær, meðan tey síggja tiltøkini.

Við framsýningini og tiltøkunum vilja vit varpa ljós á føroyska gransking og koma við nøkrum boðum uppá, hvat gransking er, hví vit granska, hvussu mann kann blíva granskari, hvussu mann (kann) granskar, hvør granskar í Føroyum og hvar føroyingar granska, hvat vit granska í Føroyum og hvat føroyingar granska og ikki minst, hvat vit brúka granskingina og úrslitini til.

Endamálið við tiltakinum er at kunna um og kveikja áhugan hjá føroyingum flest fyri gransking og granskingarúrslitum.