Speki beinleiðis til fólkið
DR2 er júst farið undir nýggja sendirøð - Danskernes Akademi. Talan er um fyrilestrar, samrøður o.l., sum verða send 2 tímar hvønn seinnapart mánadag til hósdag og endursending fríggjadag. Sendingarnar kunnu eisini síggjast ella endursígggjast á heimasíðuni.
Bestu granskararnir og undirvísararnir í Danmark deila á henda hátt vitan sína við síggjararnar. Evnini spenna víða, frá heimspeki og heilsu til robotologi og kryptologi. DR lýsir hetta sum eitt tilboð til tey: "sum vilja verða klókari, hugsavna seg og fáa íblástur til at vita meira."
Røðin er gjørd við íblástri frá Folkeuniversitet, BBC Open University og Ted.com. Fyribils er ætlanin, at Danskernes Akademi skal miðla vitan til danir - og onnur áhugað - í trý ár frá januar 2010.
Fróðskaparsetrið og Sjónvarpið høvdu eina líknandi røð í 2007-2008 undir navninum Speki. Hetta var fyrilestrarrøð, sum bygdi víðari á vælumtóktu fyrilestrarrøðina Setrið á Ferð frá 2005-2006. Flestu fyrilestrarnir frá Speki røðini kunnu síggjast á snar.fo Her eru umframt fyrilestrarnar eisni ymiskt eyka tilfar, sum kann brúkast.