Solja R Veyhe Phd
Skriva út
Lagt út: 21.02.2025

Sólja Remisdóttir Veyhe vart ph.d. á Syddansk Universitet

Týsdagin 18. februar vardi Sólja Remisdóttir Veyhe ph.d.-ritgerð sína um ávirkanina av ávísum viðgerðum av blóðkrabba.  

Málið við verkætlanini var at kanna molekyleru broytingarnar í eftirverandi krabbakyknunum hjá krabbasjúklingum, ið fingu viðgerð við heiliváginum ibrutinib.

Ritgerðin ber heitið: "Molecular Characterization of Chronic Lymphocytic Leukemia During Treatment."

Sólja Remisdóttir Veyhe hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur á Klinisk Institut á Syddansk Universitet og hevur arbeitt á Hæmatologisk Afdeling X, OUH, og verið knýtt at Hæmatologisk-Patologisk forskningslaboratorium.

Charlotte Guldborg Nyvold, professari á OUH, hevur verið høvuðsvegleiðari og Henrik Frederiksen, professari á OUH,  Karen Dybkær, professari á Aalborg UH,  og Karen Juul-Jensen, leiðandi yvirlækni á OUH hava verið hjávegleiðarar.

Í metingarnevndini vóru Tycho Baumann, lektari, á Universidad Complutense Madrid, Lasse Sommer Kristensen, lektari á Aarhus Universitet, og Mikkel Terp., lektari á Syddansk Universitet.

Les meira um ritgerðina og ein samandráttt her

Mynd: (c) Privatmynd
Á myndini er ph.d.-kandidaturin saman við høvuðsvegleiðara og metingarnevndini.