Ránstíðarrit.jpg
Skriva út
Lagt út: 09.04.2019

Soleiðis kanst tú royna at varða teg fyri ránstíðarritum

Sum granskari noyðist tú at læra teg at sálda millum ymsu støðini at almannakunngera tíni granskingarúrslit.

Tað kann kennast sum at leita í einum frumskógi at finna veg millum ymsu útgávumøguleikarnar. Og har eru fleiri fellur, sum tú mást skáka sær undan.

Tað finnast fleiri ránstíðarrit – á enskum "Predatory Journals" –  og tey látast ofta at vera Open Access-tiðarrit. Tey liva tó ikki upp til etisku prinsippini fyri útgávu av granskingarúrslitum og hava onga ella ov vánaliga javnlíkameting.

Tað eru fleiri granskarar, sum hava brent seg av slíkum tíðarritum og trupulleikin er vaksandi.

Á Københavns Universiteti geva tey granskarum góð ráð í hesum sambandi. Michael Svendsen, Open Access samskipari á København Universitetsbibliotek (KUB), sigur soleiðis:

- Ránstíðarrit eru vanliga sera ágangandi í teirra marknaðarføring og seta seg ofta beinleiðis í samband við granskarar við telduposti. Tí skalt tú sum granskari vita, hvussu tú kannar eitt tíðarrit.

Tað eru fleiri tekin, sum kunnu vísa, at um eitt tíðarrit hoyrir til ránsbólkin. Her eru tey týdningarmestu at kanna:

1. Konstnaðurin er fyri at senda handrit inn – ikki fyri útgávu

Tíðarritið krevur eitt “submission fee” ella eitt “handling fee” heldur enn eitt “publication fee”, sum kann hava við sær, at tú skalt gjalda, hóast innsenda handritið ikki verður góðkent til útgávu. Harafturat er prísurin ógreiður.

2. Heimasíðan er óruddilig

Heimasíðurnar hjá ránstíðarritum eru ofta óskipaðar, men kunnu kortini síggja professionellar út og líkjast heimasíðum hjá øðrum viðurkendum tíðarritum.

3. Ritstjórin er loyniligur

Tíðarritið lýsir ikki ritstjórar sínar. Teir upplýsingar, sum eru um ritstjórarnar, eru avmarkaðir t.d. í mun til navn og starvstilknýti. Ivast tú, so er eitt gott ráð at kanna, um tíðarritið er limur av COPE  ella øðrum líknandi felagsskapi um útgávuetikk.

4. Góðkenningin er sera skjót

Mannagongdin fyri javnlíkameting er illa lýst og hon gongur óvanliga skjótt fyri seg, sum bendir á eina grunna ella onga javnlíkameting.

5. Upphavsrætturin verður latin tíðarritinum

Lýsingar av upphavsrættarpolitikki eru ógreiðar. Tíðarritið setur treyt um at fáa upphavsrætt til handritið fyri at geva út, hóast tíðarritið letst at vera eitt Open Access-tíðarrit. Tað kann vera ein trupul og kostnaðarmikil uppgáva at fáa greinina og upphavsrættin aftur.

6. Impact faktorurin er ov góður til at tað kann vera rætt

Tíðarritið lovar ein impact faktor, hóast tíðarritið er heilt nýtt, og lýsir við eini óveruliga høgari ávirkan, sum byggir á ósannar impact faktorar.


Í hesum stutta filminum eru eisini nøkur góð ráð til at kanna, hvat er rætta tíðarritið fyri teg. Kelda: thinkchecksubmit.org