Søvn Landsins nýggja felags heimasíðu
Fyri einum góðum ári síðani vóru fimm stovnar, sum allir hava tilknýti til gransking, lagdir saman í Søvn Landsins. Talan er um Føroya Landsbókasavn, Føroya Landsskjalasavn, Føroya Náttúrugripasavn, Havlívfrøðiligu Royndarstøðina og Føroya Fornminnissavn.
Nú hevur nýggi stovnurin fingið eina felags heimasíðu, har virksemið hjá stovnunum verður lýst. Heimasíðan eitur www.savn.fo
Her sæst millum annað, at tað samanlagt starvast 64 fólk í 54 ársverkum á Søvnum Landsins. Av hesum hava 12 starvsfólk umframt umsitingarligar uppgávur eisini granskingaruppgávur. Eisini starvast 6 verkætlanarsettir granskarar á Søvnum Landsins.
Stovnarnir í Søvnum Landsins eru sonevndir sektor granskingarstovnar. Tað merkir, at teir fyri at kunna útinna umsitingarligu uppgávur sínar sambært løgtingslóggávu eisini mugu útinna gransking.