Søk stuðul til gransking áðrenn 15. februar
Nú er minni enn ein mánaður til freistina at søkja stuðul til gransking í 2023. Árliga freistin er 15. februar kl. 12.
Í ár eru tvær ymsar stuðulsskipanir, har til ber at søkja:
Stuðul til gransking. Hetta er við fyrivarni fyri, at Løgtingið játtar pening til skipanina í 2023. Játtanin í 2022 og undanfarnu árini hevur verið 7,5 mió. kr.
Stuðul til arbeiðsmarknaðargransking. Tað eru í hesum umfarinum upp til 2,5 mió. kr. tøkar at søkja. Játtanin kemur frá Frítíðargrunninum, sum varð umskipaður í 2022.
Fyri báðar skipanir er galdandi, at stuðul kann latast til gransking, ið verður:
- framd av føroyskum granskara ella
- framd í samstarvi við føroyskan granskingarstovn ella
- mett at hava samfelagsligan týdning fyri Føroyar
Tað er ásett, at stuðul kann latast verkætlanum við grund- og nýtslugransking:
- Ph.d.-verkætlanum
- Verkætlanum, sum eru longri enn 6 mánaðir
- Vinnuligum granskingarverkætlanum (bara stuðul til gransking)
Tað er ein fyrimunur, at tann einstaka verkætlanin styrkir føroyska granskingarumhvørvið við:
- dátum og varandi vitan og førleikum
- samstarvi millum fleiri granskarar/granskingarstovnar og/ella vinnufyritøkur
- altjóða samstarvi og flytføri
Tað er krav, at í minsta lagi 1/3 verður fíggjaður av øðrum enn Granskingarráðnum. Minstamark fyri stuðli til eina verkætlan er 300.000 kr. Einki loft er fyri samlaðu fíggjarætlanina, men játtan frá Granskingarráðnum fer sjáldan væl upp um 1 mió. kr. til granskingarverkætlanir, ella 1,5 mió. kr. til ph.d.-verkætlanir.
Neyvari krøvini kunnu lesast her: Stuðul til gransking og Stuðul til arbeiðsmarknaðargransking
Góð ráð til umsøkjarar
Granskingarráðið skipaði í november fyri kunningarfundum við góðum ráðum til teirra, ið ætla at søkja. Til ber at síggja framløgurnar fyri fundunum her á føroyskum og enskum.
Umsóknir skulu skrivast á enskum á umsóknarportalinum.
Umsøkjarar og stovnar ella fyritøkur, sum ætla at søkja eru vælkomin at venda sær til Granskingarráðið at fáa ítøkiliga vegleiðing. Teldupostur gransking@gransking.fo og telefon 567800.