Umsóknarfreist deadline
Skriva út
Lagt út: 29.11.2017

Søk stuðul til gransking 2018

Umsóknarfreistin at søkja stuðul til gransking í 2018 er 15. februar kl. 12 føroyska tíð.

Stuðul kann verða latin:
- føroyskum granskarum og granskaralesandi
- gransking og menning á ella í tilknýti til føroyskar granskingarstovnar og vinnufyritøkur
- gransking og menning, ið hava týdning í føroyskum høpi

Tað er krav, at umsøkjarar lúka minst eitt av hesum trimum, men vanligt er, at umsøkjarar lúka fleiri av hesum. Vit mæla umsøkjarum, sum búgva uttanlands, til at fáa samband við føroyskt granskingarumhvørvi í góðari tíð.

Stuðul kann verða latin til ymisk sløg av verkætlanum:
- Ph.d.-verkætlanir
- post.grad. ella post.doc. verkætlanir, ið ganga um fleiri ár
- smærri verkætlanir við styttri tíðarætlan
- granskingarverkætlanir, sum fevna um vinnumenning og vinnugransking

Til ber at síggja í Stuðulsyvirlitinum, hvørjar verkætlanir áður eru stuðlaðar. Har sæst eisini, hvussu nógvur stuðul er játtaður til hvørja verkætlan. Sí her

Tað er ein fyrimunur at:
- verkætlanin fevnir um samstarv millum fleiri granskarar
- verkætlanin fevnir um samstarv millum granskarar, granskingarumhvørvi og vinnuna

Tað verður kravt at:
- í minsta lagi 1/3 verður fíggjaður av øðrum enn Granskingargrunninum. Undantak kann tó gerast í heilt serligum føri.

Onnur neyvari krøv eru lýst í skjalinum Formlig krøv

Les meira um treytir og hvat stuðul kann søkjast til her.  Haðani er slóð til síðu við oyðublaði, vegleiðing, neyvari treytum og fleiri upplýsingum. 

Vegleiðing
Mælt verður umsøkjarum til at seta seg í samband við Granskingarráðið fyri at fáa ítøkiliga ráðgeving og vegleiðing í sambandi við umsóknirnar. Til ber at skriva til okkara á gransking@gransking.fo ella at ringja á 567800.

Fyrivarni
Gev gætur, at freistin er við fyrivarni fyri broytingum og játtan á løgtingsfíggjarlógini. Uppskotið til játtan til Granskingargrunnin fyri 2018 er 7,5 mill. kr.