Søguáhugin stórur í Danmark
www.danmarkshistorien.dk er nýggj heimasíða, sum søgufrøðingar og fornfrøðingar við Århus Universitet hava gjørt. Síðan varð almannakunngjørd 14. mai og longu sama fyrrapart vóru yvir 100.000 vitjandi á síðuni. Hetta fekk skipanina at bróta saman nakrar tímar, til tøkningar høvdu fingið økt um megina at taka ímóti vitjandi. Framyvir fer síðan at verða dagførd og útbygd við fleiri tekstum og nýggjum funkum.
Fólkini handan síðuna siga, at endamálið við síðuni er at bjóða fram skikkaða og tøka vitan um Danmarkar søgu frá fornøld til í dag.
Tilfarið, sum nú liggur á síðuni er skipað soleiðis:
Gjøgnumgongd av Danmarkar søgu frá fornøld til í dag, býtt í kapitlar
Alfrøði við evnum, fólkum og hendingum, umleið 300 uppsløg
Keldusavn við umleið 400 keldum (tekstir, ljóð og myndir)
Samvirkin tíðarlinja við slóðum til tilfarið á heimasíðuni
Undirvísingarpartur við temapakkum, tíðarraðsyvirlitum, mytum v.m.
Verkætlanin er partur av strategisku ætlanini hjá Humanistisk Fakultet fyri 2009-2012.
Keldur: www.stiften.dk og www.danmarkshistorien.dk
Føroyskt søgutilfar á alnetinum
Enn hava vit ikki eina líka umfatandi síðu við Føroya Søgu, men á www.history.fo sum Landsskjalasavnið saman við einum stýrisbólki stendur fyri, finnast fleiri keldur til Føroya Søgu. Ætlanin er at útbyggja hesa síðuna við greinum og øðrum tilfari.
Eisini Fornminnissavnið hevur søvn við søguligum tilfari á www.natmus.fo, m.a. eina ørgrynnu av myndum.
Á nýggja portalinum hjá Skúlabókagrunninum www.snar.fo er nakað av undirvísingartilfarið savnað og her legst skjótt afturat.
Tórshavnar Kommuna hevur eina síðu í sambandi við 100 ára føðingardagin www.torshavn100.fo har søgur og myndir úr Tórshavn verða savnaðar.