Søgan um matvøruborna botulismu i Føroyum
Vit hava í Føroyum eina heilt serliga søgu við eini sera álvarsamari sjúkufremjandi bakteriu, sum er matvøruborin. Clostridium botulinum eitur bakterian, sum kann geva botulismu ella á donskum "pølseforgiftning".
Søgan um hesa lívshóttandi infektiónssjúku í Føroyum er nú komin út í eini vísindaligari grein í leiðandi infektiónstíðarritinum “Infectious Diseases”.
Tað eru tíanbetur eingin kendir tilburðir nú í 10 ár, men í árunum 1988 til 2007 vóru 9 tilburðir, harav 2 við deyðiligari fylgju. Í greinin verður samband knýtt millum skeiva handfaring av skerpikjøti og tilburðirnar av botulismu.
Høvundarnir eru allir í starvi á Landssjúkrahúsinum, teir eru Anirban Nandy, lækni, Høgni Djurhuus, yvirlækni og Shahin Gaini, yvirlækni og ph.d.
Greinin kallast “Foodborne botulism in the Faroe Islands in a two-decade period” og kann lesast her.
Modelmynd - hesum kjøtinum feilti einki