Hjálpartól
Skriva út
Lagt út: 26.06.2020

Skulu kanna, hvussu brúkarar uppliva góðsku og nýtslu av hjálpartólum

Granskingarráðið hevur játtað stuðul til eina verkætlan frá høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum.

Stuðulin á kr. 331.700 er til eina kanningarverkætlan hjá Ergoterapeutfelaginum við Turið Jacobsen sum verkætlanarleiðara. Verkætlanin kallast: ”Kvalitetur av hjálpartólaveiting út frá áskoðanini hjá teimum, sum hava hjálpartól”.

Verkætlanin snýr seg um at gera eina landsumfatandi kanning, har amboðið KWAZO (Kwaliteit van Zorg) verður nýtt til at kanna, hvussu fólk, sum hava hjálpartól, meta um veitingargongdina at fáa hjálpartól.

KWAZO varð ment til tað endamálið í 2006 í the Institute for Rehabilitation Research í Hollandi í samband við, at tey endurskoðaðu hjálpartólaøkið.

Harumframt verða luttakararnir í hesari kanningini spurdir, um tey brúka hjálpartólini og hvat tey brúka tey til, og um tey ikki brúka tey, hvør orsøkin til tað er.

Úrslitini frá kanningini kunnu skapa vitan, sum myndugleikar, fakfólk og hjálpartólabrúkarir kunnu nýta til at meta um kvalitetin á hjálpartólaøkinum í mun til gransking og tilmæli og nýtast í sambandi við ætlaðu eftirmetingina av hjálpartólaskipanini.

Hetta er onnur verkætlanin hjá Turið Jacobsen og Ergoterapeutfelagnum um hjálpitól. Tann undanfarna kallaðist ”Kanning av effektiviteti av hjálpartólatænastum við amboðinum IPPA (Individually Prioritised Problem Assessment).” Les meira um hana her

Yvirlit yvir allar játtaðar verkætlanir sæst her 

Les meira um Sjúkrakassagrunnin her

Mynd: av.fo