Makrelur.jpg
Skriva út
Lagt út: 24.04.2020

Skulu granska búskaparligu avleiðingarnar av COVID-19

Granskingarráðið hevur játtað stuðul til eina verkætlan um ávirkanin av COVID-19 á fiski- og alivinnu og avleiðingar fyri føroyska búskapin. Tað er Unn Laksá, ph.d. og leiðari fyri nýstovnaða Sjókovan, sum er verkætlanarleiðari. Hinir luttakararnir eru Magni Laksafoss frá Sjókovanum og Zvonko Mrdalo frá Fróðskaparsetrinum. Ein fylgibólkur er skipaður við umboðum fyri fiskivinnuna, alivinnuna og Vinnuhúsið. Stuðulin er 193.070 kr.

Hetta er fjórða umfar av stuðli frá COVID-19 átakinum. Við hesi seinastu verkætlanini hava tilsamans 11 verkætlanir fingið játtað 2.341.480 kr.

Tríggjar játtanir vórðu latnar hósdagin 16. apríl - sí her,  fýra leygardagin 18. apríl - sí her og 3 týsdagin 21. april -  sí her

Stuðulin til COVID-19 granskingina kemur frá Granskingargrunninum, Sjúkrakassagrunninum og frá fleiri vinnufyritøkum í Føroyum. Tilsamans umleið 3 mió. kr. vóru tøkar til átakið.

Tað ber enn til at søkja stuðul til korona-tengdar granskingarverkætlanir. Tað er eingin ávís freist ella umsóknarblað. Umsóknir verða viðgjørdar so hvørt tær verða móttiknar. Møguleikin heldur fram, til tøka játtanin er uppi.

Sí lýsingina her

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum