ff7e048e98694c0b0e76be1547b7234b.jpg
Skriva út
Lagt út: 15.05.2015

Skrivstovustarv í Granskingarráðnum

Granskingarráðið sóknast eftir fólki til skrivstovu okkara á Bryggjubakka 12 í Havn.

Vit hava brúk fyri:
Einum fleksiblum fólki við royndum og/ella evnum innan hesi øki:
• journal
• bókhaldskipanina hjá Gjaldstovuni
• kunning og samskifti

Tú mást eisini kunna átaka tær aðrar fyrifallandi uppgávur, stórar og smáar.

Vit kunnu bjóða:
Eitt hálvtíðarstarv frá 1. august 2015.
Eitt litið arbeiðspláss í hugnaligum umhvørvi.
Fjølbroyttar uppgávur við frælsi at skipa arbeiðið innan avtalaðar karmar.

Setanartreytir eru sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Um okkum:
Granskingarráðið hevur eitt fjølbroytt virkisøki. Vit:
• umsita Granskingargrunnin, sum stuðlar verkætlanum við uml. 6,5 mió. kr. árliga, og Sjúkrakassagrunnin, sum letur stuðul til gransking og smærri verkætlanir og tiltøk .
• eru skrivstova hjá Granskingarnevndini og Vísindaráðnum
• ráðgeva Landsstýrinum í granskingarpolitiskum spurningum
• eru sambindingarlið millum ES og Føroyar á granskingarøkinum
• luttaka í altjóða samstarvi um gransking

Tað merkir, at vit:
• eru í dagligum samskifti við granskarar, stovnar og virkir um stuðlaðar verkætlanir og um komandi verkætlanir
• arbeiða saman við miðfyrisiting og politisku skipanini um granskingarpolitikk
• ráðgeva og skipa fyri kunningartiltøkum um virkisøki okkara
• kunna um gransking og granskingarúrslit, m.a. á www.gransking.fo, í e-tíðindabrøvum, á Vísindavøku og øðrum tiltøkum

Les meira um okkum á www.gransking.fo ella set teg í samband við Anniku Sølvará, stjóra, á tel 567803 fyri at fáa fleiri upplýsingar.

Umsóknarfreistin er 8. juni 2015.

Umsóknir við avritum av prógvum v.m. kunnu sendast við telduposti til annika@gransking.fo  ella við posti til: Granskingarráðið, Bryggjubakki 12 Postrúm 259, 110 Tórshavn.