Skráset teg sum metara
Nú hevur tú eitt einastandi høvi til at fáa innlit í ta nýggjastu granskingina í Europa. Tú kanst skráseta teg sum metara.
Áheitan er komin frá Brussel um nøvn á skikkaðum við drúgvum arbeiðsroyndum at skráseta seg sum metarar til umsóknir innan Marie Curie skránna.
Undir Marie Curie skránni verður arbeitt við at menna altjóða samstarv millum granskarar. Veittur verður stuðul til, at granskarar kunnu fara til onnur lond at arbeiða í eitt tíðarskeið.
Sum metari fært tú gott innlit í, hvat rørir seg innan gransking á júst tínum fakøki.
Far til cordis.europa.eu/emmfp7/ og skráset teg. Send so skrásetingarnummarið og títt CV (á enskum) til kristianna@gransking.fo. So senda vit hesar upplýsingar til rætta viðkomandi í kommisjónini í Brussel.
Meira fæst at vita við at senda t-post til kristianna@gransking.fo ella við at ringja á tel 567801.