Vísindavøka Í KVF
Skriva út
Lagt út: 31.08.2021

Skráin fyri Vísindavøkuna 2021

Vísindavøkan verður í Sjóvinnuhúsinum tann 24 september.

Ein rúgva av stuttum framløgum, 20 í alt, verða í Kongshøll frá kl. 8.30 til kl. 15.30.

Høvuðsevnið er gransking og falskunning. Evnið er sera aktuelt, tí fleiri og fleiri dømir eru um, at fólk heldur trúgva ógrundaðum pástandum heldur enn próvgrundaðari gransking. Sosialu miðlarnir gera tað sera lætt at seta fram meira ella minni villar pástandir, sum spjaða seg við rúkandi ferð og eru sera truplir at mana aftur í jørðina. Hetta hevur verið sera sjónligt í koronutíðini. Eisini onnur evni verða viðgjørd í framløgunum.

Á parkeringsøkinum verða telt við tiltøkum fyri børn og vaksin. Næmingar og lærarar á Glasi gera royndir í øðrum teltinum, meðanHavstovan sýnir fram ymsar fiskar o.a. í hinum teltinum. Inni í Sjóvinnuhúsinum verða eisini ymisk tiltøk til stór bøn og vaksin.

Dagurin endar við einum miðlafagnaði kl. 15.30 við snarrøðukapping, einum kunningartiltaki og handan av heiðursløn fyri bestu almennu miðling av gransking.

Í ár verður ikki mett neyðugt við tilmelding til einstøku framløgurnar. Øll eru vælkomin, so leingi pláss er.

Stroymt verður beinleiðis frá framløgunum. KVF tekur framløgurnar upp og sendir tær seinni í vetur og í vár.

Øll skráin sæst her

Fyrivarni verður tikið fyri broytingum