Skrá fyri Vísindavøkuna
Vísindavøkan letur upp kl. 8 og verður til á leið kl. 22.30 við einum steðgi millum 15.00-17.30.
Hon verður í Perluni, Reinsarínum, í Perlutúni og á p-økinum hinumegin vegin.
Kl. 8.00-15.00 og kl.17.30-19.30 Frumevnini: Luft, eldur, jørð og vatn
Granskingarstovnarnir skipa fyri ymiskum samvirknum tiltøkum og fólk frá stovnunum greiða frá teirra virksemi.
Hetta verður i Perluni og í Perlutúni
Kl. 8.00-12.15 Almennar framløgur um aktuella gransking
Yvirlitið sæst her
Framløgurnar verða í Reinsarínum
Kl. 9.00-15.00 og kl.17.30-19.30 Ymisk tiltøk, royndir og annað til børn
Lærarar og næmingar úr Hoydølum skipa fyri
Hetta verður í tjaldi á p-økinum yvirav Reinsarínum
Kl. 10.00-11.00 Morgunkaffi og røða
Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs heldur røðu.
Vit bjóða kaffi og ein køkubita.
Kl. 15.00-17.30 er steðgur
Arkitekturardagarnir, sum Arkitektafelag Føroya skipa fyri, verða settir kl. 16.
Setanin verður í Reinsarínum.
Kl. 17.30-19.30 Pokurnar fara at ganga - Tiltøk um og við íblástri frá Pokemon GO
Í Perlutúni fer Pikachu at koma á vitjan millum 17.30 og 18.00. Har verða ymisk ting at royna, m.a. Pokémonskattaveiða og spurnarkapping, og framsýningar og kunning um Pokémon GO til børn og vaksin.
Í Reinsarínum verða sjey framløgur í Pecha Kucha sniði. Hvør framløga er 6 minuttir og 40 sekund. Sí skrá
Hetta verður í Perlutúni og í Reinsarínum.
Kl. 20.00-22.30 Kvøldseta um Føroyar úr ymsum sjónarhornum
Kvøldseta verður við framløgum, tónleiki og kjaki.
Hans Pauli Strøm hevur framløgu: "Føroya demografi frá miðøld til nútíð.
Síðani tankar um Føroyar úr fleiri ymsum vísindaligum sjónarhornum:
Lív Næs og Tróndur Enni spæla tónleik, vísindaligar royndir eru á skranni og barrin er opin. Les meira her
Hetta verður í Reinsarínum.
22.30 Vísindavøkan endar
Tað eru granskingarstovnarnir og Granskingarráðið, sum skipa fyri Vísindavøkuni