886042e0be63f23b38b13e108180b189.jpg
Skriva út
Lagt út: 14.05.2010

Skrá fyri kunningarfundin 21. mai um stuðulsmøguleikar

Leiðin frá hugskoti til pengar, um tú kundi hugsað tær at fingið stuðul til gransking, menning og nýskapan

Felags kunningarfundur um stuðulsmøguleikar til gransking, menning og nýskapan verður í Norðurlandahúsinum 21. mai 2010 frá kl. 13 til 16. Øll tey, sum umsita játtanir innan hetta økið, koma at greiða frá, hvat kann stuðlast, hvør kann fáa stuðul og hvussu hetta gongur fyri seg. Harafturat verður ein fyrilestur til íblásturs.

Tiltakið er ætlað teimum, sum umhugsa at søkja stuðul til gransking, menning og nýskapan, stovns- og virkisleiðarum, politikarum, fjøðmiðlum, men øll við áhuga fyri evninum eru sjálvsagt vælkomin. Tiltakið er alment og ókeypis.

Skráin:

kl.13.00-13.05  Vælkomin – Annika Sølvará
kl.13.05-14.157 stuttar framløgur um stuðulsmøguleikar og krøv: 
Granskingarráðið – Annika Sølvará
Fiskivinnuroyndir – Jákup Mørkøre
Vinnuframagrunnurin – Regin W. Dalsgaard
Innlendismálaráðið, Umhvørvi & Orka – Anni á Hædd
NORA – Lars Thostrup
Northern Periphery Programme – Niclas Forsling
FP7 – John D. Olsen
kl.14.15-15.00Kaffiprát – básar við individuellari kunning, tilfari o.s.fr..
Afturvið verður kaffi, te, køka og frukt
kl.15.00-16.00Balance og samspil mellem konkurrence-udsatte midler og basismidler – Fyrilestur við Inge-Sofie Sørensen, stjóra fyri Forskning og Innovation á Naturvidenskabelig Fakultet við Københavns Universitet
Spurningar og kjak


Skráin kann eisini takast niður í pdf her