Skrá fyri framløgur á Vísindavøkuni
Vísindavøkan verður í granskarasetrinum iNOVA á Hoyvíksvegi 51 í Havn fríggjadagin 25. september. Latið verður upp kl. 8 og heilt frá morgunstundini vera nógv spennandi tiltøk til allar sansir.
Eins og undanfarin ár verða ein røð av framløgum um ymisk aktuell evni, sum verða kanna og granskað í Føroyum í løtuni. Framløgurnar eru serliga ætlaðar miðnámsskúlanæmingum, men onnur áhugað eru eisini vælkomin.
Av tí at plássið er avmarkað, hava vit heitt á miðnámsskúlarnar um at tilmeldað seg framløgurnar fyri at tryggja sær pláss.
Skrá fyri framløgur
08.15-08.30
Trælalóg ella økismenning? – Føroysk søguskriving og Fyriskipanin 1777
Sámal Tróndur F. Johansen, Landsskjalasavnið, Søvn Landsins
08.45-09.00
Ímyndin av framtíðini: Føroysk ung, Føroyar og útlandið
Erika Anne Hayfield
09.15-09.30
Ridluskriði: Ein hóttan móti føroyska seyðinum
Oddjó Stovugarð
09.45-10.00
Aldur er, hvat vit gera tað til
Ása Róin
10.15-10.30
Raskir dreingir Genom at greina, tað er vár hugur ...
- um hagfrøðisliga forkanning av 10 heil-genom DNA
Hannes Gislason
10.45-11.00
Kanningar av ferðing hjá- og dálking av lomviga, ritu, lunda, havhesti, likku, fiskimása og æðu
Jóhannis Danielsen
11.15-11.30
Hvønn leiklut spælir hugburður okkara á markamótinum millum politikk og búskap?
Hermann Oskarsson
11.45-12.00
Hvat er happing?
Katrin av Kák
12.15-12.30
Fjølbroytni í orðalag í føroyskum
Zakaris Svabo Hansen
Steðgur
15.30-15.50
Lógarkarmar og møguleikar fyri genomgransking í Føroyum
Svein-Ole Mikalsen
16.00-16.20
Ein samanberandi kanning av tjóðskaparrørslunum í Europa frá 1789-1914
Talgild hugvísindi, Føroyar og Encyclopedia of Romantic Nationalism in Europe (ERNiE)
Kim Simonsen
16.30-16.50
Út í heim? Far bara, Marie Curie fylgir tær
Maria Húsgarð
17.00-17.20
Um talgildu føroysku bløðini sum granskingarkeldur
Landsbókasavnið
Granskingarstovnarnir fara at hava framsýningar og ymisk samvirkin tiltøk á básunum, har tey vitjandi sleppa at síggja, nerta við, spyrja og hoyra um gransking.
Um kvøldið verður kvøldseta.