Skeið: upphavsrættindi
European IPR Helpdesk (EIPRH) hevur júst kunngjørt eitt skeiðsyvirlit fyri komandi tíðina. Sum kunnugt veitir EIPRH ráðgeving og kunning um upphavsrættindi til (møguligar) luttakarar í ES fíggjaðum verkætlanum.
Umframt møguleikan at fáa beinleiðis ráðgeving, so hevur EIPRH eisini kunningar- og skeiðstænastur, sum miða ímóti fáa europeiskar granskarar og fyritøkur at menna teirra egnu skipanir og ætlanir fyri upphavsrættindini.
Vitja IPR Helpdesk heimasíðuna her: http://www.ipr-helpdesk.org/
Tak niður skeiðsyvirlitið her