Skeið um FP7 í Keypmannahavn
Skeið í Keypmannahavn: Um FP7 - hví og hvussu
Hugsar tú um at fáa fígging frá ES til at granska ella til at menna nýggja tøkni? Fá vitan um, hvussu tú kanst søkja um pengar til tínar verkætlanir í 7. rammuskránni hjá ES (FP7). Skeiðið verður hildið týsdagin 12. februar 2008 og verður endurtikið 16. september 2008. Bæði skeiðini verða hildin í Keypmannahavn.
Skeiðið er fyri tey, ið ynskja at hoyra meira um 7. rammuskránna hjá ES, so sum vinnulívsfólk, granskarar, verkætlanarleiðarar, ráðgevar og onnur.
Tað er EuroCenter, sum skipar fyri skeiðnum, og tað kostar 500 krónur at luttaka.
Les meira um skeiðið her.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til føroysku NCP-umboðini, sum starvast á Granskingarráðnum.