d69e6479490f09b5cb80e649a6b46d7e.gif
Skriva út
Lagt út: 12.08.2008

Skeið í Reykjavík: At skriva umsókn

Mikudagin 27. august verður skeið í at skriva umsókn fyri umsøkjarar til 7. rammuskránna hjá ES. Skeiðið verður hildið á Lærda Háskúlanum í Reykjavík og er frá klokkan 9.00 til 15:30. Tað er Dr. Sean McCarthy frá Hyperion Ltd. í Írlandi, sum heldur skeiðið.

Til ber at tekna seg til skeiðið við at senda t-post til alla@rannis.is innan 25. august. Kostnaður fyri luttøku er umleið 1.500 krónur (20.000 íslendskar krónur). Við í prísinum er okkurt til matna á middegi umframt vatn og kaffi.