8c867d49280c78e2e903d8c9d9e8dcd5.jpg
Skriva út
Lagt út: 08.04.2010

Skapið karmar og setið krøv – og vísið okkum álit


Áheitan á løgmann og politisku skipanina:

Skapið karmar og setið krøv – og vísið okkum álit
Nýggja Vísindaráðið hevur nú virkað í næstan hálvt annað ár, men enn er onki uppskot til granskingarpolitikk lagt fram fyri almenningin.

Høvuðsuppgávan hjá Føroya Vísindaráði, har løgmaður er formaður, er at “orða yvirskipaða granskingarpolitikk Føroya við felags hugsjón, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan”.

Hesin granskingarpolitikkurin skal siga, hvussu politikararnir ynskja at føroyska “landslagið” fer at síggja út komandi 5-10 árini, tá ið tað kemur til gransking, menning og nýskapan.
Politikkurin snýr seg m.a. um leiklutin hjá Fróðskaparsetri Føroya og hinum undirvísingar- og granskingarstovnunum, um granskarapark og/ella universitetskampus og hvussu játtanir til hesar granskingarstovnar og -grunnar skulu fyriskipast. Hetta eru sostatt spurningar, sum ávirka allar partar av føroyska granskingar- og menningarumhvørvinum, herundir samspælið við ES og restina av útheiminum.

Á fyrsta fundinum í Vísindaráðnum, sum var tann 28. november 2008, var breið semja um, at hóast vánaliga fíggjarstøðu – og kanska serliga orsakað av fíggjarstøðuni – var neyðugt at satsa miðvíst og munandi uppá gransking, menning og nýskapan.

Granskingarnevndin og Vísindaráðið hava tískil viðgjørt hendan spurningin á flestu fundunum síðani ársskiftið 2008/2009. Í september 2009 gjørdi Granskingarnevndin endaligt uppskot til føroyskan granskingarpolitikk. Uppskotið skuldi góðkennast á fyrstkomandi fundi í Vísindaráðnum, men tíverri varð ætlaði fundurin í oktober 2009 avlýstur, og síðani hevur eingin fundur verið.

Okkara universitet, søvn, granskingarstovnar og –umhvørvi eru smá. Somuleiðis eru privatar fyritøkur, ið leggja seg eftir at skapa karmar um menning og nýskapan. Tað er luturin og lagnan hjá einum lítlum landi at alt er avmarkað og smátt, men fyri tað er tað alneyðugt at politiska skipanin sær til at skapa fólkavøkstur og ikki minst trivna. Fólkavøkstur og trivnaður verður, tá ið ung vísindafólk og granskarar – talentini innan- og uttanlands, trúgva uppá eina føroyska framtíð. Uttan ein føroyskan granskingarpolitikk og eina ítøkiligari ætlan missir føroyska granskingar- og menningarumhvørvið – og ikki minst tey ungu – trúnna uppá, at politiska skipanin vil nakað ítøkiligt við føroyskari gransking, menning og nýskapan.

Vit heita á politisku skipanina um at tekna eina visión, at skapa bygnaðarligar og fíggjarligar karmar, at seta krøv og at raðfesta – og hereftir vísa granskarunum álit. Vit ynskja øll tað sama: At skapa vitan og framburð fyri føroyska samfelagið.

Martin Zachariasen,
formaður í Granskingarnevndini