Sjóvarfalsorka
Skriva út
Lagt út: 26.01.2021

Sjóvarfalsorka á Landgrunninum í vísindagrein

Ein meting av orkunøgdini í sjóvarfalsrákinum á føroyska Landgrunninum, sum orka kann vinnast burturúr, er almannakunngjørd í vísindatíðarritinum Renewable Energy.

Í alt verður mett, at í meðal er um 2GW, sum orkan kann vinnast frá, men um metingin verður avmarkað til bert at umfata økir, har dýpið er størri enn 40 m og broddurin er harðari enn 2.5 m/s (5 míl), so verður mett, at um 214 – 886 MW eru tøk í meðal. Hvussu nógv av hesum kann útvinnast velst um tøknina, men aðrastaðni verður ein brøkur á um 20% oftani brúktur. Hetta merkir, at um 43-177MW í meðal kunnu útvinnast.

Í metingini er tað lægra talið fyri tann partin av sjóvarfallinum, sum er orsakað av meðal ávirkanini av sólini og mánanum, meðan tað størri talið er, tá størri partur av veruliga sjóvarfallinum verður tikin við. Í vanligum streymkurvum sæst hetta við at mysingarnar ella streymloysurnar ikki eru eins gjøgnum eitt ár.  Við at taka størri part av sjóvarfallinum við í metingina, veksur hetta um økini, sum kunnu verða áhugaverd. Um kravið er, at broddurin er harðari enn 2.5 m/s (5 míl), so veksur hetta um áhugaverdu økini frá 2.8 km2 til 7.7 km2. Í løtuni verður nýggj tøkni ment, sum kann vinna orku við væl lægri streymferðum. Verður kravið um hægstu streymferð lækka til 2 m/s (4 míl), so veksur økið, ið verður áhugavert til ávikavist 52.5 km2 og 138.6 km2, og tøka orkan veksur við hesum eisini munandi.

Greinin lýsir eisini áhugaverda tíðarmunin, sum er millum nær harðasta rákið er ymsa staðni millum oyggjarnar. Frá Skopunarfjørðinum og suðureftir er harðasta rák innanfyri ein stóran tíma, meðan harðast rákið fyri vestan er um 3 tímar aftaná, og ímillum har er harðast rák í sundunum í Landnyrringsøkinum. Hetta gevur møguleikar til at gera eina skipan, sum veitir lutfalsliga javna orkuframleiðslu frá sjóvarfalsrákinum, og sum ikki finst so nógva aðrastaðir kring heimin.

Orkumetingarnar byggja á teldusimuleringar av sjóvarfalsrákinum á Landgrunninum. Telduroknaða vatnstøðubroytingarnar eru samanbornar við flóð og fjøru mátingar á 21 støðum kring landi, sum serliga Landsverk, men eisini aðrir stovnar gera og hava gjørt. Telduroknaði streymurin er samanborin við streymmátingar, sum Havstovan hevur gjørt í Vestmannasundi og úti á Landgrunninum vestanfyri, umframt við mátingar frá streymmátitólum hjá Náttúruvísindadeildini,  sum vaktar- og bjargingarskipið Brimil setti út og tók uppaftur  í Suðuroyarfirði, Skopunarfirði og Leirvíksfirði árini 2009-2010. Teldugjørda rákið, sum orkumetingarnar byggja á, er eisini grundarlagið handan sjóvarfalsappina ‘Rák’.

Greinin kallast: "Analysis of the energy potential of tidal streams on the Faroe Shelf". Tað eru Knud Simonsen og Bárður Niclasen á Náttúruvísindadeildini, sum hava skrivað greinina. Hon byggir á verkætlan, sum  var framd árini 2008-2010, og sum Granskingarráðið og SEV stuðlaðu fíggjarliga.

Greinin er tøk her (krevur hald)