Meccam Sjokovin
Skriva út
Lagt út: 28.03.2025

Sjókovin á odda fyri stórari altjóða verkætlan við Horizon Europe stuðli

Sjókovin skal stjórna nýggjari, altjóða granskingarverkætlan um veðurlagsbroytingar í fiskivinnuni. Eisini fær Sjókovin leiðandi leiklut í 2 øðrum verkætlanum um burðardygd í fiski- og alivinnu.

Komandi árini koma fleiri milliónir í granskingarpengum til Føroya úr evropeiska granskingarstovninum, Horizon Europe. Sjókovin og føroyskir samstarvsfelagar hava fingið játtað tilsamans góðar 18 milliónir krónur til granskingarverkætlanir frá Horizon Europe.

Fyri Sjókovan er talan um tríggjar verkætlanir, nevniliga MeCCAM, OCCAM og MarineGuardian. Allar eru nýggjar verkætlanir, sum skulu økja burðardygd í fiski- og alivinnu, minka umhvørvisárin og fyrireika vinnurnar at handfara avleiðingar av veðurlagsbroytingum. Eisini skulu tær hjálpa vinnulívinum at lúka vaksandi krøv um at gera frágreiðingar innan burðardygd.

Minka útlát og tillaga fiskiskap

Sjókovin fer at stjórna MeCCAM-verkætlanini, sum skal menna loysnir at minka útlátið av vakstrarhúsgassum og tillaga fiskiskapin í Evropa til veðurlagsbroytingar. Eitt av granskingarøkjunum er uppsjóvarfiskiskapur í Norðuratlantshavi. Verkætlanin greinar eisini samband millum oljunýtslu, fiskileið, árstíð og góðsku. 

Samstarvspartar eru úr níggju londum, og úr Føroyum luttaka Varðin, Havstovan og Sjókovin. Verkætlanin hevur fingið tilsamans 33,5 mió. kr. úr ES.

OCCAM-verkætlanin fevnir um alivinnuna, men hevur sama endamál sum MeCCAM. Her skal Sjókovin standa fyri samfelags- og búskaparligu greiningunum. Eisini Firum, Hiddenfjord og Avrik luttaka í verkætlanini. Sjókovin stendur eisini fyri samfelags- og búskaparligu greiningunum í MarineGuardian-verkætlanini, ið skal minka umhvørvisávirkanina av fiskiskapi og verja havvistskipanir. Verkætlanin skal finna loysnir at minka um m.a. hjáveiðu, burturkast og oljunýtslu.

Hørð kapping um fígging

Altjóða verkætlanir eru grundarlagið undir virkseminum hjá Sjókovanum. Hvørt ár brúka vit nógva orku til at skriva umsóknir saman við altjóða samstarvsfeløgum, serliga til Horizon Europe.

Á hvørjum ári lýsir Horizon Europe eftir umsóknum innan fyri ávís evni, har avbjóðingar skulu loysast. Uppgávan hjá granskarum er so at taka seg saman í samtøk og koma við uppskotum um, hvussu tey í felag kunnu loysa avbjóðingar. Sera hørð kapping er um slíka fígging frá ES, og bara tær allarbestu verkætlanirnar verða fíggjaðar. Í miðal fyri Horizon Europe fær bert 10. hvør umsókn fígging.  

Í 2024 sendi Sjókovin tríggjar umsóknir um omanfyri nevndu verkætlanir til Horizon Europe. Allar fingu tilsøgn um fígging. Nú verður seinasta hond løgd á sáttmálarnar, og eftir ætlan byrja verkætlanirnar 1. mai og vara í fýra ár. 

Luttøkan hjá føroyskum fyritøkum og stovnum í altjóða verkætlanum innan gransking og nýskapan hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið. Fyritøkur og stovnar fáa her møguleika at skapa nýggja vitan, nýhugsan og burðardygga menning, eins og tað styrkir okkara altjóða støðu og netverk. 

Meira verður at frætta um verkætlanirnar í næstum. 

Hetta sigur Sjókovin í tíðindaskrivi í dag. Kunning um verkætlanirnar varð eisini løgd fram á 5 ára haldinum hjá Sjókovanum, sum varð hildið á Varpinum í dag.