Sjúkrakassagrunnurin logo.PNG
Skriva út
Lagt út: 01.04.2019

Síðsti partur av fænum úr Sjúkrakassagrunninum leysgivin

Ein partur av fænum úr Sjúkrakassagrunninum, sum Granskingarráðið fekk at umsita í 2014, skuldi vera bundin í fimm ár, sum trygd fyri møguliga skuld og skyldur hjá/stavandi frá Sjúkrakassagrunninum. Tann freistin er í dag farin, uttan at nøkur krøv eru móttikin. Seinastu pengarnir eru nú leysgivnir. Talan er um á leið 3,7 mió. kr., sum eru tøkar til Høvuðsøki 2.

Lýst verður tí eftir umsóknum til stuðul til gransking og menning frá Høvuðsøki 2 hjá Sjúkrakassagrunninum. Hetta er væntandi seinasta umfar við stuðli frá Høvuðsøki 2. Freistin at søkja er 2. september kl. 12 føroyska tíð. (broytt frá 1. til 2. september, tí 1. er sunnudag)

Granskari kann saman við stovni í Føroyum søkja um stuðul til gransking og menning innan raðfest økir, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum. Epidemiologi og ílegugransking kunnu innganga í hvørt einstakt øki, eins og t.d. menning av nýggjum tilgongdum, skipanum ella tænastum.

Raðfest øki (í bókstavraðfylgju): 
•   Heilsa – sum sosialt fyribrigdi, at kanna tey sosialu viðurskifti sum ávirka heilsu og sjúku og hvussu sosialir trupulleikar sum fylgja av sjúku kunnu bøtast. Her kunna samfelagsviðurskifti og ávirkanin á heilsustøðu verða greinað. 
•   Heilsa – sum medisinskt fyribrigdi, at kanna tey medisinsku viðurskifti sum ávirka heilsu og sjúku, td. autoimmunar sjúkur, neurodegenerativar sjúkur og giktasjúkur. 
•   Hjartasjúkur, gransking / kanning av sjúkum í hjarta og blóðrensli, atvoldin til hjartasjúkur, fyribyrging og viðgerð.
•   Krabbamein, epidemiologiskar kanningar / gransking innan krabbameinsøkið
•   Sálarfrøðilig heilsa, gransking og kanningar innan sálarsjúku og fyribyrgjandi tiltøk.

Stuðul kann veitast til smærri verkætlanir, samstarvsverkætlanir, ph.d.verkætlanir og post.doc. verkætlanir innan raðfestu økini.

Sum meginregla verður í mesta lagi latin stuðul til 2/3 av verkætlanini. Í heilt serligum føri kann verða latið upp til 100% í stuðli til granskingarverkætlanir fíggjaðar úr Sjúkrakassagrunninum. Viðfígging frá øðrum gevur fyrimun.

Allur játtaður stuðul skal nýtast í Føroyum, undantikið útreiðslur til ferðing, skeið og ráðstevnur. 

Overhead kann í mesta lagi vera 10% av lønarútreiðslunum. 

Minsta stuðulsupphædd, sum kann veitast til hvørja verkætlan innan raðfestu økini, er kr. 150.000, og latast kann í mesta lagi kr. 1.500.000.

Mælt verður umsøkjarum til at seta seg í samband við Granskingarráðið fyri at fáa ítøkiliga ráðgeving í sambandi við umsóknirnar.