Seyðahald Klipt
Skriva út
Lagt út: 13.09.2021

Siðbundið seyðahald forðar fyri framburði

Morreyður seyður nyttar einki. Tað eru nakrir bøndur í Føroyum sannførdir um. Aðrir bøndur tvíhalda um, at tann morreyði seyðurin er nógv tann besti.

- Seyðahald í Føroyum er siðbundið og byggir á praktiskar royndir. Um bøndur onkustaðni í Føroyum hava havt morreyðan seyð, sum ikki hevur verið góður, so er allur morreyður seyður kolldømdur har. At litur og góðska neyvan hanga saman arvafrøðiliga, hava teir ongan áhuga at hoyra um, sigur Jens Ivan í Gerðinum, ið hevur verið landbúnaðarráðgevi á Búnaðarstovuni í eitt hálvt ár.

Hann hevur masterútbúgving í landbúnaðarfrøði frá Landbúnaðarháskúlanum í Keypmannahavn og hevur eisini sjálvur fingist nógv við seyð og seyðahald.

Men at greiða bóndum frá tí, hann hevur lært um lívfrøði og arvalæru í Keypmannahavn og í Aberdeen, har hann eisini hevur lisið landbúnaðarfrøði, er ikki nøkur løtt uppgáva.  

- Bøndur eru skilafólk og vita nógv um haga og seyð, men teir eru ógvuliga fastlæstir og ávirkaðir av teirra arvi. Nógv av tí, teir halda seg vita um seyð, er grundað á pástandir frá pápum og abbum, sigur hann. 

Fáa ov fá lomb

Í Føroyum eru útivið 80.000 vaksnir seyðir. Burturúr teimum fáast umleið 40.000 lambskrov um árið.

- Í dag fáa vit umleið 0,6 lomb fyri hvørja ær. Ein ær eigur at lemba á hvørjum ári, men tað gera nógvar ær ikki, tí tær eru ov illa fyri, serliga um veturin. Við eitt sindur av broytingum og nærlagni kundu vit fingið tvær ferðir so nógv lomb, og góðskan hevði eisini verið betur, sigur Jens Ivan í Gerðinum.

Seyðahaldið í Føroyum er lítið broytt seinastu 150 árini.

- Vit vita frá Taksatiónsprotokollini frá 1873, at tá var miðal skurður um landið á leið ein triðingur av áseyðatalinum. Tað má metast at vera ógvuliga vánaligt í mun til í dag. Men tá var einki kraftfóður og eingin heilivágur, og seyðurin fekk einki hoyggj um veturin. Í dag fær seyðurin heilivág, so hann yvirlivur, og onkustaðni fær hann eisini eitt sindur av fóðri, men annars er skipanin tann sama, sigur hann.

Veturin er harður hjá seyðinum at koma ígjøgnum.

- Vit taka ikki hædd fyri fløskuhálsinum í skipanini, sum er veturin. Seyðurin doyr ikki av sjúku, tí hann fær heilivág, men hann skrantar seg ígjøgnum veturin og verður rak. Høvdu bøndurnir lagt seg meira eftir at geva seyðinum um veturin og tryggja honum skjól ímóti illveðri, so sum hús ella ból, hevði seyðurin havt tað nógv betur, og vit høvdu fingið fleiri lomb, sigur Jens Ivan í Gerðinum.

Hann tekur eisini undir við teimum, sum mæla til, at færri seyðir verða í hvørjum haga. Men tað vilja flestu bóndur ikki hoyra talan um.

- Tað hevði verið munandi lættari at føtt 60 ær heldur enn 100 um veturin. Tær høvdu eisini havt meira rásarúm og størri atgongd til náttúrligt fóður, um tær vóru færri í tali. Tá hevði borið til at tryggja, at ærnar vóru mettar og ikki mistu hold, sigur hann.

Lomb hava brek

Jens Ivan í Gerðinum mælir eisini til at skifta brundseyð millum brúkini, so nýtt blóð kemur í hagan. Men tað er ójøvn undirtøka fyri tí.

- Um vit taka ein miðalhaga á 150 áseyðir, so er tað ikki nóg mikið til at tryggja, at seyðurin er frískur. Tí er ikki óvanligt at síggja lomb, sum hava brek, ið koma av innannøring.

- Flestu bøndur hava ta fatan, at slagið er avgerandi fyri, hvussu góður seyðurin er, og tí má vera so lítið av uppíblandi sum gjørligt. Tað er rætt, at arvur hevur nógv at siga, men umhvørvið og røktin hava eisini stóran týdning. Men at tosa um arvafrøði og umhvørvið, og hvussu tað ávirkar hvørt annað, er ofta høpisleyst. Fyri fleiri bøndur hevur tað størri týdning, hvat onkur langabbi, ið teir ongantíð hava sæð, einaferð skal hava sagt, sigur hann.

Eisini skipanin við felags haga er ofta ein forðing fyri, at broytingar verða gjørdar.

- Tá eigararnir eru fleiri, hava øll og eingin ábyrgd, og so gera teir bara, sum teir altíð hava gjørt. Tað eru nakrir neistar, ið kykna onkustaðni, men tá er tað fyri tað mesta bøndur, ið eru einsamallir um hagan, ið vilja hava eina betri inntøku. Nakrir eru farnir undir at skráseta og gera royndir við aling, og tey úrslitini tala eisini fyri seg, sigur Jens Ivan í Gerðinum.

Útlendingar eru skakaðir

Búnaðarstovan fær javnan vitjan av útlendskum ráðgevum. Teir eru ofta skakaðir av tí, teir síggja.

- Teir leggja til merkis, at seyðurin er ov illa fyri. Hann er rak og hevur uppskotnan rygg. Teir síggja seyðahaldið í Føroyum sum djóraplágarí, og tí eri eg ikki ósamdur í.

- Seyðurin kann saktans vera úti um veturin, tí hann trívist væl úti. Hann tolir væl kava, vind og regn, um hann annars er væl fyri. Men tað er hann ofta ikki, og tað eiga vit at gera nakað við. Seyðurin má hava møguleika at søkja sær skjól, og hann má fáa fóður, um tørvur er á tí.

- Seyður er eitt húsdjór, ið vit menniskju hava tamt við aling burturúr villum krýatúrum. Tað ber tí ikki til at siga, at hann bara skal klára seg sjálvan. Tað er okkara ábyrgd at syrgja fyri, at hann hevur tað gott, sigur Jens Ivan í Gerðinum.

Kundu verið sjálvbjargin

Hann ivast ikki í, at bøndurnir høvdu fingið nógv meira burturúr seyðahaldinum, um teir í størri mun løgdu seg eftir at granska og gera broytingar.

- Í dag fáa vit alt ov lítið burturúr seyðahaldinum í mun til ta orku, ið verður løgd í tað. Við eitt sindur av nærlagni og við at brúka arvafrøðiliga vitan hevði borið til at tryggja lívssterkan seyð og fingið ið hvussu er eitt lamb uppá ærina. Tað kundi gjørt seyðahald til eina lønandi vinnu í Føroyum.

- Vit innflyta í dag somu nøgd av seyðakjøti, sum vit framleiða sjálvi. Við at gera nøkur heilt einføld átøk, høvdu vit ikki havt fyri neyðini at innflyta so nógv seyðakjøt, um nakað yvirhøvur, sigur Jens Ivan í Gerðinum.

Hetta er ein grein úr Vísindavøkublaðnum. Alt blaðið kann lesast her